Fótbóltur

Sjóneykan sett á høvuðsstaðin og Runavík í kvøld

Trýfaldu føroyameistararnir vitja B36, har eitt veruligt brak er í væntu. Betrideildarfótbóltur er aftur við Løkin, har uppflytararnir og kommunufeløgini hittast. Dystirnir byrja ávíkavist kl.17 og kl.18.

KÍ og B36 spældu tættar dystir í fjør. KÍ var omaná í landskappingini, men B36 vann 1/8-finaluna í steypakappingina. Í kvøld gerast vit klókari uppá, hvussu feløgini eru fyri í 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

KÍ og B36 spældu tættar dystir í fjør. KÍ var omaná í landskappingini, men B36 vann 1/8-finaluna í steypakappingina. Í kvøld gerast vit klókari uppá, hvussu feløgini eru fyri í 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-16 11:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið settu Víkingur og HB hol á 2. umfar í Betrideildini við stórdysti í Sarpugerði. Víkingarnir vunnu 2-1, og harvið hevur liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen fult stigatal eftir tvey umfør í Betrideildini og hevur samanlagt 15 sigrar á rað í landskappingini.

Sí eisini: 
Fimti topp-fýra sigurin á rað hjá Víkingi
Víkingur feldi HB við hornaspørkunum
Myndir: Víkingur - HB

Úrslitið setur eitt ávíst trýst á KÍ og B36, sum bresta saman í Gundadali klokkan 17 í kvøld. Ymiskt bendir á, at hesi bæði og Víkingur fara at hava eitt rímiliga tætt stríð í oddinum, meðan spurnartekini framvegis eru størri útfyri HB. Hvør styrkismunurin á KÍ og B36 er beint nú, verða við klókari uppá í kvøld.

KÍ hevur nakrar lyklaspælarar í serliga miðverjuni úti við skaða og kemur til Gundadal við nýggjum venjara og einum heldur øðrvísi konseptið enn í fjør. B36 hevur styrkt seg við millum annað fleiri útlendingum í vetur og vil nú veruliga taka kappingina upp. Í fjør sendi liðið hjá Dan Brimsvík KÍ út í steypakappingini - tað eru tó tó ikki eydnast at koppa klaksvíkingum í landskappingardysti síðani 2020.

[object Object]
Jan Ingason Hansen skoraði tvær ferðir, tá Skála vann 3-0 og fekk trý stig í 1. umfari. NSÍ tapti fyri HB í Gundadali og skal nú á talvuna - teir appelsinlittu vunnu tó allar innanhýsis dystirnar í 1. deild í 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Skála og NSÍ flutti upp úr 1. deild í fjør, har serliga teir appelsinlittu vóru sannførandi. Teir vunnu tíðliga deildina og bastu millum annað NSÍ tríggjar ferðir.

Skála fekk eisini frálíka byrjan uppá kappingarárið við 3-0 sigri á EB/Streymi. Nú tekur eitt NSÍ-lið við sjey nýggjum spælarum - millum annað Peturi Knudsen og Klæminti Andrasson Olsen ímóti. Kommunuuppgerðin við Løkin kann veruliga peika á, hvar kappingarárið hjá hesum feløgunum fer. Hon byrjar klokkan 18.

Vit flygja serliga gongdini í Gundadali tætt við einum bleinleiðis bloggi - eins og í Sarpugerði í gjár. Dystarfrásøgn verður frá báðum dystunum í kvøld

Betrideildin 2. umfar
Í dag - leygardagin 16.03
17.00: B36 - KÍ
18.00: NSÍ - Skála

Dystirnir síggjast eisini á Televarpinum, og til at fylgja við beinleiðis á forsíðu okkara

Í morgin - Sunnudagin 17.03:
15.00: ÍF - 07 Vestur
17.00: EB/Streymur - B68

Í gjár, fríggjadagin 15.03
Víkingur - HB 2-1 (1-0)
36' Geza David Turi (Finnur Justinussen) 1-0
58' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 2-0
73' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 2-1

Víkingur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Geza David Turi - Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar (89' Martin Klein Joensen) , Poul Kallsberg - Finnur Justinussen (80' Olaf Bárðarson)

HB (4-5-1/4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Mathias Voss, Bartal Wardum (63' Bartal Wardum), Viljormur Davidsen, Ási Dam - Leivur Fossdal Guttesen (63' Jacob Johansson), Ejvind Restorff Mouritsen, Heðin Hansen (63' Sammy Skytte), Hanus Sørensen, Áki Debes Samuelsen - Mohammed Samba

Støðan:
1.Víkingur 6 stig
2.KÍ 3 stig
3.B36 3 stig
4.Skála 3 stig
5.HB stig 3 
6.NSÍ 0 stig
7.07 Vestur 0 stig
8.EB/Streymur 0 stig
9.B68 0 stig
10.ÍF 0 stig

Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder