Hondbóltur

Sjóvar kommuna hevur keypt serligar EM-blusur

Allan Norðberg og Kjartan Johansen vóru teir einastu í EM-hópinum, sum ikki koma úr høvuðsstaðarøkinum.

Nú hanga dystarblusur hjá strandingunum á Strondum. Bæði Kjartan og Allan spæla til dagliga uttanlands, men eru teir uppvaksnir í stoltleikanum hjá hondbóltskommununi: StÍF (Mynd: sjovar.fo)

Nú hanga dystarblusur hjá strandingunum á Strondum. Bæði Kjartan og Allan spæla til dagliga uttanlands, men eru teir uppvaksnir í stoltleikanum hjá hondbóltskommununi: StÍF (Mynd: sjovar.fo)

2024-09-18 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Minnist tú, hvat hendi í januar? Tá ein tíggjundapartur av øllum føroyingum fóru til Berlin? Tað gera vit. Fyri eina hondbóltskommunu sum okkara var hetta helst størsta ítróttarliga hending nakrantíð.

Soleiðis skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari, í sambandi við at kommunan hevur gjørt eitt serstakt keyp.

Í hópinum hjá manslandsliðnum í Týsklandi vóru ikki nógvar kommunur umboðaðir. Teir allarflestu eru uppvaksnir í Hoyvík ella í Havn  og Nicholas Satchwell og Peter Krogh eru ikki uppvaksnir í Føroyum.

Tvær føroyskar kommunur vóru umboðaðar við leikarum á EM-liðnum: Tórshavnar kommuna onnur og Sjóvar kommuna hin.

[object Object]
Kjartan Johansen í Mercedes Benz-Arena í Berlin. Hann er skrásettur fyri eitt EM-mál (Mynd: Sverri Egholm)

Allan Norðberg og Kjartan Johansen eru av Strondum og eru harvið uppvaksnir í StÍF, sum er ítróttarstoltleikin í Sjóvar kommunu.

Báðir royndu og lámu spælararnir hava spælt uttanlands í nógv ár og eru høgt í metum á Strondum. Nú hevur Sjóvar kommuna eisini keypt blusurnar hjá Allani og Kjartani úr Berlin, og tær skulu fyribils hanga til heiðurs og æru á kommunuskrivstovuni, skrivar sjovar.fo.

Talan er um blusuna við 7-talinum og blusuna við 10-talinum.

Tað er Hondbóltssambandið, sum hevur savnað tær hvítu dystarblusurnar frá søguliga EM-endaspælinum, ramma tær inn og annars gjørt eitt sindur burturúr teimum. Hetta er nakað, sum fyritøkur, persónar - ella kommunur - kunnu keypa.

[object Object]
Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, saman við Halli Danielsen úr HSF (Mynd: sjovar.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder