Skála boðar í kvøld frá, at felagið hevur tryggjað sær ein av mest royndu og mest vinnandi føroysku fótbóltsleikarunum nakrantíð. Á sínari Facebook-síðu skrivar felagið á vestara armi á Skálafjørðinum, at Fróði Benjaminsen hevur skrivað undir sáttmála við Skála, sum er galdandi fyri kappingarárið 2019.
- Fróði Benjaminsen telist millum størstu profilar í føroyskum fótbólti nakrantíð. Sambært Faroesoccer hevur hann hevur spælt 563 landskappingar- og steypadystir í fremstu røð. Hann er tann spælarin, sum hevur spælt flestar A-landsdystir fyri Føroyar - heilar 94 landsdystir. Eitt langt skifti var hann liðformaður á landsliðnum.
Soleiðis skrvar Skála um sín nýggja fong. Nógvar gitingar hava verið um 41-ára gamla leikaran. Um hann fór at spæla og um so var: Var tað fyri Víking, NSÍ ella Skála. Fyrst tyktist Vìkingur mest sannlíkt; at Fróði fór aftur til felagið, sum hann vann FM við í 2017, og har hann fór at spæla undir Sámal Erik Hentze eins og tvey tey undanfarnu árini. Men í seinastuni hevur ljóðað, at Skála var besta boðið, og Fróði hevur vant við har í vikuni. Nú er skiftið so veruleiki.
Skála hevur boðað frá, at felagið leitar eftir einum nýggjum miðverja, eftir at Ahmed Mujdragic ikki helt fram í felagnum. Liðið hevur nógvar sentralar miðvallarar í hópinum, so tað er sannlíkt, at Fróði kemur at røkja plássið í miðverjuni. Har hava Jákup Jacobsen og Teitur R. Joensen tó gjørt tað væl saman í venjingardystunum, har Skála hevur staðið seg væl. Tað er íhvussu er heilt víst, at Fróði Benjaminsen kemur inn á Skála-liðið við einari rúgvu av royndum. Hann hevur leikt 479 dystir í fremstu føroyski deildini og vunnið fimm
Skála skrivar, at Fróði Benjaminsen spælir sín fyrsta dyst fyri felagið tá ið venjingardystur verður ímóti EB/Streymi á Eiði leygardagin kl 12.00.
Í fjør endaði Skála á 6. plássi við 29 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald