Fótbóltur

Skála hevur skrætt seg leyst av niðurflytingarstríðnum

Vann á B68 mánadagin og 2-1 í Fuglafirði í dag - nú á tíggju stigum. Stórur smeitur fyri ÍF, sum aftur hevur lykladyst næsta vikuskifti.

Karl Martin Johansen skoraði annan dystin á rað til 1-0 uppá brotsspark, og uppflytararnir vunnu annan lykladystin hesa vikuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Karl Martin Johansen skoraði annan dystin á rað til 1-0 uppá brotsspark, og uppflytararnir vunnu annan lykladystin hesa vikuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-05 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skála vinnur røttu dystirnar. Hetta kundi man ikki siga í 2022, tá Skála seinast var í Betrideildini. Liðið var væl við í nógvum dystum - serliga í fyrru hálvu - har talan gjørdist tó um null ella eitt stig. Tá fekk Skála tíggju stig uppá 27 umfør. Eftir átta umfør í 2024 hevur Skála eisini 10 stig.

Í løtuni bendir einki á, at teir appelsinlittu fara at flyta niður aftur. Eftir sigurin í Fuglafirði í dag er Skála níggju stig frá strikuni. ÍF og B68 hava eitt stig hvør, og Skála hevur vunnið á hesum báðum hesa vikuna.

ÍF og B68 hittast til eitt slag av lagnudysti um átta dagar. Skála var uttan Jan Ingason Hansen, Andreas Egeberg Jacobsen og Nicolai Dohn. ÍF var uttan nýggja høvuðsvenjaran Jákup Martin Joensen á síðulinjuni í dag, og hóast heimaliðið hevði nakrar góðar álopsstøður í 1. hálvleiki, har serliga Uros Stojanov hevði stóran málmøguleika, so var tað Skála, ið skoraði tvær ferðir.

Fyrst var tað Karl Martin Johansen, sum annan dystin á rað legði Skála á odda 1-0 við tryggum brotssparki. Hetta var í 25.minutti, tá Teitur Poulsen fór um koll í ÍF-brotsteignum - tað sá kanska heldur tunt út, men Alex Troleis tyktiskt ikki at vera í iva.

Í 38. minutti skoraði Skála eitt frálíkt mál. Talan var um uppspæl heilt frá Karsteni Hansen í málinum við nógvum fløtum avleveringum, góðum flytingum og eisini stórum váða. Carlos Ferreira legði yvirum til Ragnar Skála í brotsteignum, hann skeyt framvið Jákup Olsen í ÍF-málinum, og Karl Løkin megnaði júst ikki halda bóltinum úr málinum.

0-2 og restina av dystinum jagstraði ÍF. Nakrar góður støður vóru, men Skála kundi eisini økt. Í yvirtíðini minkaði Elvio Gelmini til 1-2, men ov seint var. Øll trý stigini fóru út á Skála, og nú eru uppflytararnir nærri evropeiskum plássi enn niðurflytingarplássi. ÍF er framvegis aftast.

Betrideildin menn 8. umfar
Í dag, sunnudagin 5. mai

ÍF-Skála ÍF 1-2 (0-2)
26' Karl Martin Johansen, br. 0-1
38' Ragnar Skála 0-2
90 (+4)' Elvio Gelmini 1-2

Sí meira um dystin her

HB - B36 (17:00)

Í gjár, leygardagin 4. mai

EB/Streymur-Víkingur 1-3 (0-1)
28' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 0-1
61' Árni Nóa Atlason (Poul Kallsberg) 0-2
85' Andras Ólason Olsen (Tóki Johannesen) 1-2
90 (+1)' Martin Klein Joensen (Jákup Johansen) 1-3

KÍ-07 Vestur 2-0 (0-0)
73' Cedric Yambere 1-0
89' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-0

Reytt kort: Frederik Holst (07 Vestur - 20')

Les meira: Ovaru liðini vunnu

B68-NSÍ 1-2 (1-0)
14' Bartal Páll Klein, br. 1-0
82' Búi Egilsson (Petur Knudsen) 1-1
90(+4)' Dion Splidt (Petur Knudsen) 1-2

Les eisini: NSÍ vendi grannauppgerðini seinastu minutttirnar


Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 24 stig
2. KÍ 18 stig 
3. HB 18 stig *
4. NSÍ 15 stig 
5. B36 11 stig *
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 10 stig 
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig 
10. ÍF 1 stig 

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder