Fótbóltur

Skála skal niður í 1. deild - NSÍ fær evropeiskt pláss

AB vann heili 4-0 á EB/Streymi og skal spæla upp- og niðurflytingardyst - HB javnaði í evstu løtu í Klaksvík, og harvið endar KÍ ikki nummar tvey men nummar trý og hevur ikki evropeisku lagnuna í egnum hondum.

NSÍ kom á hægsta stigatalið í søgu felagsins og tryggjaði sær evroepiskt pláss - B36 noyðist at dúga uppá steypakappingina (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ kom á hægsta stigatalið í søgu felagsins og tryggjaði sær evroepiskt pláss - B36 noyðist at dúga uppá steypakappingina (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-07 16:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist spennandi og dramatiskt á seinasta degi í evropeiska stríðnum og í niðurflytingarstríðnum.

NSÍ'arnir og AB-leikararnir gjørdu sítt og noyddust síðani at bíða eftir boðum úr ávíkavist Klaksvík og úr Trongisvági. Tey vóru gleðilig, tí føroyameistararnir javnaðu til 1-1 í 93. minutti við Djúpumýru, og hóast Skála kom á 2-2 í 90. minutti, so vann TB við Stóra. Harvið skal NSÍ spæla evropeiskan fótbólt næsta ár - AB skal í næstum spæla upp- og niðurflytingardyst móti B68.

Betrideildin 27. umfar
07.11

B36 - NSÍ 3-4 (1-3)
10'Pætur Turiðarson Skipanes 0-1
21'Klæmint Andrasson Olsen (br.) 0-2
34'Klæmint Andrasson Olsen 0-3
37' Alex Mellemgaard 1-3
55' Klæmint Andrasson Olsen 1-4
68' Stefan Radosavljevic 2-4
78' Magnus Holm Jacobsen 3-4

KÍ - HB 1-1 (0-0)
72' Páll Andrasson Klettskarð 1-0
93' Delphin Tshiembe 1-1

TB - Skála 3-2 (0-0)
71' Filip Obadovic 1-0
78' Sebastian Kroner 2-0
82' Johan Johansen 2-1
90' Niels Pauli Danielsen (br.) 2-2
92' Sebastien Kroner 3-2

AB - EB/Streymur 4-0 (2-0)
11' Gilli Róason 1-0
16' Jasper Van Der Heyden 2-0
74' Jasper Van Der Heyden 3-0
79' Bjarki Nielsen 4-0

Reytt kort: Sørin Samuelsen (AB) 35' 

Víkingur - ÍF 4-1 (2-0)
6' Jákup Johansen 1-0
13' Sølvi Vatnhamar 2-0
51' Jákup Johansen 3-0
58' Jákup Johansen 4-0
92' Sámal Joensen 4-1

Endaliga støðan í Betri deildini hjá monnum

1. HB (69 stig)
2. NSÍ (63 stig)
3. KÍ (62 stig)
4. B36 (59 stig)
5. Víkingur (47 stig)
6. ÍF (26 stig)
7. EB/Streymur (24 stig)
8. TB (18 stig)
9. AB (10 stig) 
10. Skála (7 stig)



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder