Fótbóltur

Skála skal nú aftur á sigurskós

Bert eitt stig er niður til EB/Streym. Hjá ÍF er dysturin í kvøld helst allarseinasta útkall, um nakar møguleiki skal vera fyri enn einum ári í Betrideildini. Botndysturin á Skála byrjar klokkan 18.30.

Seinast Skála vann, var tað móti júst ÍF, og var tað ungi áleyparin, Markus Isaksen, ið skoraði avgerandi málið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Seinast Skála vann, var tað móti júst ÍF, og var tað ungi áleyparin, Markus Isaksen, ið skoraði avgerandi málið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-23 12:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóran part av fyrru hálvu sá tað ikki út sum, at Skála fór at koma í heilt stórar trupulleikar. Liðið var ikki veruliga partur av botnstríðnum - serliga eftir sjey stig í trimum dystum síðst í apríl og fyrst í mai.

Eitt 3-0 tap í Streymnesi síðst í mai varð spurnartekin tó av álvara sett við støðuna. Vikuna aftaná vunnu uppflytararnir - heldur heppið - á heimavølli móti ÍF. Síðani hendan dystin 1. juni hevur Skála spælt sjey dystir og bert fingið eitt stig (1-1 á heimavølli móti B68).

- Rímiliga væl nøgdur samanlagt við fyrsta partin av kappingarárinum. Fyrra hálvan av hesari hálvuni var góð, men seinastu dystirnar hevur tað samanlagt slett ikki verið nóg gott. Tað er serliga tað við verjupartinum, ið skal betrast, staðfestir royndi miðverjin. Skála skal eisini vísa tað, at man er "grammur" og til reiðar at geva øllum liðum ein dyst.

Soleiðis segði liðformaðurin hjá Skála, Jákup Jakobsen við Portalin eftir hendan javnleikin beint fyri summarsteðin. Eftir summarsteðgin hevur Skála spælt tríggjar dystir: Trý tap og ein málúrtøka á 0-3.

Sunnudagin tapti Skála aftur í Streymnesi, og harvið eru júst EB/Streymur og strikan bert eitt stig frá nú. Harvið er fyrsti dysturin í 20. umfari ógvuliga umráðandi fyri Skála, sum tekur ímóti ÍF: Ein dystur sum liðið hjá Paula Poulsen á pappírinum skal vinna.

Skála hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar móti ÍF í ár. Fuglfirðingar, sum aftur hava skift høvuðsvenjara, síggja út til at vera meira ella minni farnir. Liðið hevur trý stig, nú átta umfør eru eftir. Skal ÍF tó hava ein heilt lítlan møguleika, so er tað eitt krav at vinna á Skála í kvøld.

Betri deildin menn 20. umfar

Fríggjadagin 23.08
18.30: Skála - ÍF

Til ber at fylgja við á livescore-skipanini ovast á portal.fo.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder