Stórur norðurlendskur spenningur er undan seinastu dystunum í millumfarinum í HM-kappingini í hondbólti fyri menn í Danmark og Týsklandi.
Svøríki og Danmark hittast um rættin at koma víðari í semifinaluna, og úrslitið av hesum kann fáa ávirkan á um eitt triðja norðurland, Noreg, sleppur víðari.
Støðan er tann, at Noreg skal spæla móti Ungarn áðrenn brakið millum Danmark og Svøríki, og um norðmenn vinna, so kann Svøríki forða fyri norskari luttøku í hálvfinalunum, um sviar vinna við trimum ella fýra málum. Um Svøríki skorar yvir 30 mál og vinna við tveimum, so sleppa sviar eisini víðari heldur enn Noreg.
Avtalað spæl sæð fyrr
Í Noregi óttast tey nú fyri vandanum, at norðmenn og danir fara at spæla avtalað spæl fyri at sleppa undan Noregi í hálvfinalunum.
Og tað er als ikki óhugsandi, at londini fara at spæla fyri einum serligum úrslitið. Tað sigur hándbóltsserfrøðingurin hjá NRK, Håvard Tvedten og sipar til EM-kappingina í 2012, tá Noreg misti luttøkuna í endaspælinum, tí Slovenia, sum var á odda við fýra málum, lat Ísland fáa tvey mál móti endanum av dystinum.
NRK hevur tosað við danska leikaran, Mads Mensah, sum opið sigur seg dáma betri um Svøríki kom víðari heldur enn Noreg, men hann leggur tó afturat, at Danmark sjálvandi fer út fyri at vinna dystin í kvøld.
Danmark best fyri
Støðan í bólkinum i løtuni er tann, at Danmark hevur 8 stig og Noreg og Svøríki hava 6 stig. Tað verða tvey av hesum londum, sum koma víðari. Í innanhýsis dystunum higartil hevur Danmark vunnið 30-26 á Noregi og Noreg hevur vunnið 30-27 á Svøríki.
Í ringasta føri kann tríkantsleikurin millum londini enda við, at lutakast skal til fyri at finna útav, hvør sleppur víðari.
NRK vísir á, at um Noreg vinnur 29-25 á Ungarn og Svøríki vinnur 29-27 á Danmark, hava Noreg og Svøríki eins nógv stig, eins málmun bæði totalt og innanhýsis, sama tal av skoraðum málum og sama tal av innlatnum málum. Og so skal lutakast til fyri at finna hvør sleppur víðari.
Nógvir møguleikar
Sum sæst, so liggur Danmark best fyri. Danmark skal bara vinna, spæla javnt, ella Noreg skal tapa móti Ungarn, so eru danir tryggjaðir luttøku í hálvfinaluni.
Danmark kann eisini koma víðari, hóast teir tapa móti Svøríki, men ikki við meira enn fýra málum, tó við fimm málum um teir sjálvir skora minst 27 mál.
Svøríki kemur víðari, um teir vinna við minst trimum málum móti Danmark í kvøld, við tveimum málum, um teir skora 30 mál ella feiri og teir vinna ella spæla javnt móti Danmark samstundis sum Noreg tapir móti Ungarn.
Noreg kemur víðari um Danmark vinnur á Svøríki, um Noreg vinnur á Ungarn samstundis sum Danmark og Svøríki spæla javnt, ella um Noreg vinnur á Ungarn, og Svøríki vinnur við einum ella tveimum málum og skorar 28 mál ella færri (so kemur Danmark eisini víðari) ella um Svøríki vinnur við minst seks málum ella fimm og skorar 30 mál ella færri (so kemur Svøríki víðari)
Jú – møguleikarnir eru nógvir og spenningurin stórur.
Dysturin millum Noreg og Ungarn byrjar klokkan 16 (sæst á DR2) og dysturin millum Danmark og Svøríki klokkan 19.30 (TV2).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald