Seks dystir í EM-endaspælinum vórðu spældir í gjár:
EM 2024,
Í gjár, hósdagin 11. januar
Bólkur D - Berlin
Føroyar - Slovenia 29-32 (13-13)
Noreg - Pólland 32-21 (15-10)
Bólkur E - Mannheim
Niðurlond - Georgia 34-29 (19-12)
Svøríki - Bosnia & Hersegovina 29-20 (14-7)
Bólkur F - München
Portugal - Grikkaland 31-24 (18-14)
Danmark - Kekkia 23-14 (9-9)
Sum úrslitini vísa, so var ikki nakað serliga óvæntað. Føroyar, Georgia og Grikkaland eru heilt nýggj í EM-høpi. Øll bjóðaðu av í løtum - Føroyar stóðu seg samanlagt best - men Slovenia, Niðurlond og Portugal vunnu eftir nakað av høvuðbrýggi.
Sí eisini: Pauli Jacobsen: Nakrar løtur gerast dýrar
Favorittarnir vunnu eisini í hinum trimum dystunum. Talan var um skandinavisku liðini - øll eru millum favorittarnir at spæla um tey heilt stuttligu plássini.
Serliga eru tað trýfaldu heimsmeistararnir, sum eisini greiddu sína skyldu móti Kekkia í gjár. Kekkar góvu tó dønum truppuleikar - serliga við góðum verju- og málmansspæli í 1. hálvleiki. Tað stóð á jøvnum 9-9 í steðginum, men so kom Emil Nielsen inn í danska málið. Hann bjargaði heili 73 prosent av skotunum, og Danmark vann at enda trygt, hóast tað ikki var pent í álopinum.
Emil Nielsen var, væl uppiborið, heiðraður sum dagsins spælari eftir síðsta bríksl í München (Mynd: Sverri Egholm)
Norðmenn gjørdu bart í Berlin, har Pólland ikki megnaði at fylgja við (Mynd: EPA)
Talan varð um níggju-máls sigur til danir í München, og Svøríki vann eisini við níggju málum í Mannheim. Har var Svøríki sannførandi, og Bosnia & Hersegovina fekk ongantíð veruliga hótt evropameistararnir. Hampus Wanne var stóri maðurin hjá sviium: Vinstri vongurin skoraði níggju mál í 29-20 sigrinum.
Pólland legði út sum eitt óløgi í Berlin, men norðmenn settu seg tó seinni á dystin og vunnu trygt. Noreg vísti stóra styrki, og munurin gjørdist heili 11 mál. Í annaðkvøld spælir liðið hjá Jonas Wille móti Føroyum.
Í kvøld eru fýra dystir á skránni, har millum annað Ísland skal royna seg. Eysturríki og Rumenia, ið vóru í bólki við Føroyum í undankappingini, hittast, og so er stórdystur millum Spania og Kroatia.
Í dag fríggjadagin 12. januar
Bólkur B:
17.00: Eysturríki - Rumenia
19.30: Spania - Kroatia
Bólkur C:
17.00: Ísland - Serbia
19.30: Ungarn - Montenegro
Dystirnir síggjast millum annað á danska TV2, TV2 Sport og TV2 Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald