Helmingurin av liðunum, sum komu til Týsklands í síðstu viku, eru nú úti av EM-endaspælinum. Hin helmingurin skal spæla meginumfar, har byrjað verður við trimum dystum í dag.
Greitt tað mest óvæntaða er, at Spania ikki er millum tey tólv liðini, sum næstu dagarnar skulu kappast um hálvfinalupláss. Liðið hjá Jordi Ribera byrjaði við greiðum tapi fyri Kroatia, reisti seg síðani fyri Rumenia, áðrenn Eysturríki var á skránni í gjár. Eysturríki hevði bast Rumenia, heldur óvæntað fingið stig móti Kroatia og sendi síðani Spania út við máli í síðstu sekundunum.
Tað var Nikola Bilyk, liðfelagi hjá Eliasi á Skipagøtu í Kiel, ið hamraði bóltin í spanska málið, og so kundu eysturríkar flippa út. Liðið sum Óli Mittún og Føroyar høvdu á knøunum í undankappingardystinum á Hálsi, hevur avrikað ógvuliga flott. Eysturríki og Kroatia taka eitt stig við sær hvør úr bólkinum - orsakað av javnleikinum teirra millum. Spania gjørdist evropameistari í 2018 og í 2020 og er so at siga altíð millum favorittarnar at røkka hálvfinalurnar. Soleiðis verður ikki hesaferð.
Stórur eysturrískur fagnaður eftir enn ein javnleikur yvir ein av teimum heilt stjóru hondbóltstjóðunum. Hesin merkir, at Eysturríki skal spæla seg í meginumfarinum (Myndir: EPA)
Tá 17-ára gamli Óli Mittún var nærum ótrúligur í síni aðarlroynd á A-landsliðnum. Føroyar vóru nær við at koppa Eysturríki, ið vunnu við tveimum á Hálsi - nakrar mánaðir seinni endaði tað 38-33 millum liðini í Bregenz (Mynd: Sverri Egholm)
Ungarn vann í gjár greitt á Íslandi, ið hevur heldur torført við at fáa álopsspælið í gongd í Týsklandi. Eins og Ungarn, fær Frakland tvey stig við víðari. Hetta vegna sigurin á vertunum í undirhaldandi dystinum í fullsettu Mercedes Benz Arena í gjárkvøldið, har bæði liðini spældu gott álopsspæl. Fraklendingar vóru sterkari móti endanum, og tað verður tyngst hjá Týsklandi og Íslandi at røkka einum av teimum báðum hálvfinaluplássunum.
EM-millumumfar - bólkur 1 (í Köln)
Ungarn 2 stig
Frakland 2 stig
Eysturríki 1 stig
Kroatia 1 stig
Týskland 0 stig
Ísland 0 stig
Fýra umfør verða spæld í millumumfarinum - man spælir ikki móti tí liðnum, sum man longu hevur spælt ímóti. Stigini við sær eru stigini, sum eru vunnin í innanhýsis dystinum í innleiðandi bólkaspælinum.
Tað er í bólki 2, at lagt verður frá landi í inntensa og spennandi meginumfarinum. Øll skandinavisku londini eru við her, og stóri spurningurin er kanska, hvør fer við Danmark víðari. Alt kann tó henda, tá dystirnir á pappírinum eru so tættir.
Greitt er tó, at Noreg hevur knívin á barkanum longu nú seinnapartin. Tá verður dystur millum tvey lið, ið einki stig hava við sær víðari. Í kvøld spæla Svøríki og Slovenia lykladyst - bæði vunnu sín bólk.
EM-meginumfar - bólkur 2 (í Hamborg)
Danmark 2 stig
Svøríki 2 stig
Slovenia 2 stig
Niðurlond 0 stig
Noreg 0 stig
Portugal 0 stig
Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki fara víðari til hálvfinalurnar. Hvørt lið spælir annan hvønn dag.
Í dag, 17. januar
14.30: Noreg - Portugal
17.00: Danmark - Niðurlond
19.30: Svøríki - Slovenia
Allir dystirnir kunnu síggjast á millum annað danska TV2, TV2 Sport og Viaplay.
Endastøður í innleiðandi bólkunum og annað um EM sæst her ella á eurohandball.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald