Fótbóltur

Skert U21-landsliðið skal stríðast í hitanum í Armenia

Fyrsta bríksl í dag verður klokkan 15.30. Føroyar vunnu 2-0, tá liðini hittust á Svangaskarði í juni, men liðið hjá Sámal Erik Hentze og Atla Gregersen er skert til hendan dystin.

Liðformaðurin Stefan Radosavljevic, her í nærdysti móti einum armena í juni, verður sera týdningarmikil í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Liðformaðurin Stefan Radosavljevic, her í nærdysti móti einum armena í juni, verður sera týdningarmikil í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-02 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir langa ferðing kom føroyska U21-landsliðið uppá pláss í Yerevan heilt tíðliga týsmorgunin. Í armenska høvuðsstaðnum eru í løtuni áleið 35 hitastig, og tað verða sambært forsagnum framvegis yvir tretivu, tá fyrsta bríksl í U21-landsdystinum ljóðar 18.30 lokala tíð.

Armenar vilja løna føroyingum ósigurin frá í juni aftur. Tá endaði tað 2-0 í nakað av mjørka og vindi á Svangaskarði. Jonn Johannesen skoraði bæði málini í dystinum, ið er tann einasti ið er leiktur í bólkinum higartil, men klaksvíkingurin er millum teir mongu, ið ikki er tøkur hesaferð.

[object Object]
Her fegnast teir ungu menninir eftir seinna málið hjá Jonn Johannesen, ið er darvaður av skaða í lærkrikanum. Samuel Chukwudi og Lukas Giessing úr HB, ið eisini síggjast á myndini, eru báðir skaddir (Mynd: Sverri Egholm)

Magnus Holm Jacobsen, Samuel Johansen Chukwudi og Lukas Giessing, ið allir eisini byrjaðu inni og vóru eyðsýndir í sigrinum, eru ei heldur tøkir vegna skaðatrupulleikar, og Andrias Edmundsson er framvegis ikki komin fyri seg eftir brotið í fótinum, ið varð staðfest fyri trimum mánaðum síðani. 

Nakrir nýggir og spennandi leikarar eru tó við, milllum annað úr B68, men serliga er tað miðvallarin Heini Fossdalsá Sørensen úr FC Midtjylland. Hann er føddur í 2004, men varð hesuferð ikki tikin við U19, ið spælir venjingardystir í Norðurírlandi. Hann verður mettur at vera er so mikið frammaliga í sínari menning, at hann kann gera mun fyri U21-landsliðið. Javnaldrin og fyrrverandi liðfelagin í HB, Áki Debes Samuelsen, er aftur við hesuferð.

Á in.fo ber til at hoyra samrøðu, sum Tróndur Arge gjørdi við landsliðsvenjaran undan fráferð mánadagin

Harvið skulu nakrir "nýggir ungir menn" traðka til í hitanum í Armenia í dag, um stig aftur skulu fáast til høldar. Higartil hevur tað eydnast hjá Sámal Erik Hentze at vunnið fleiri dystir enn tapt við U21-landsliðnum - fýra sigrar og trý tap. Fyrsta bríksl í Yerevan verður klokkan 15.30.

Til ber at síggja dystin á youtube-síðuni hjá armenska fótbóltssambandinum

Hópurin: 
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Børge Petersen, KÍ
Noah Hans Mneney, Víkingur
Pætur T. Skipanes, NSÍ
Ási P. Dam, HB
Elias El Moustage, EB/Streymur
Stefan Radosavljevic, HB
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Símun Sólheim, EB/Streymur
Stefan Løkin, B68
Áki D. Samuelsen, HB
Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Andrass Johansen, B36
Heini F. Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Bárður Ó. Jensen, B68
Áki Johannesen, B68


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder