Eftir at hava ligið stillur í 5 ár, varð aftur Badmintonskúli á skránni.
Í døgunum 29. juni til 2. juli møttust 80 børn og ungdómar at stuttleika sær í Badmintonhøllini í Havn.
At badmintonskúlin hevur verið saknaður sást á teimum mongu tilmeldingunum. Børn og ung úr flestu badmintonfeløgunum í landinum luttóku, umframt at fleiri fingu møguleikan at royna badminton fyri fyrstu ferð. Tey yngru møttu fyrrapartin, og tey eldru seinnapartin.
Dagarnir vóru skipaðir sum Olympisku leikirnir. Øll vórðu deild upp í lond, og høvdu tey so møguleikan at vinna stig til ymisku venjingarnar, sum tey gjørdu. Hetta dámdi teimum sera væl, og vóru tey sera íðin at stuðla sínum liði.
- Hvønn dag møttu vit glaðum og smílandi luttakarum, og nýggj vinarbond vórðu knýtt. Fyrireikararnir vóru samd um, at tað var gott, at Badmintonskúlin aftur varð hildin, og at hann vónandi aftur verður á skrá í 2022, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald