Hondbóltur

Skjótt snýr tað seg um HM

Ellivu møguleikar í lutakastinum leygardagin. Tað avger, hvørjum Føroyar møta í play-off umfarinum í mai. Montenegro og Norðurmakedónia eru helst bestu møguleikarnir.

Føroyar taptu fyri Póllandi í seinasta dystinum í EM-bólkaspælinum. Tað ger fyritreytirnar verri, í mun til HM-pláss. Júst Pólland er helst ein av frægu møguleikunum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar taptu fyri Póllandi í seinasta dystinum í EM-bólkaspælinum. Tað ger fyritreytirnar verri, í mun til HM-pláss. Júst Pólland er helst ein av frægu møguleikunum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-25 18:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nú tíggju dagar, síðani Føroyar spældu sín seinasta dyst í EM-endaspælinum í Týsklandi. Tapið móti Póllandi staðfesti, at føroyska luttøkan var av, men Føroyar prógvaðu, at man kundi verða við. Avrikini og alt rundan um vøllin vístu eisini, at hetta allarhelst bert er byrjanin í A-endaspølum - tað er í øllum førum vónin hjá føroyingum og so nógvum øðrum fótbóltsáhugaðum.

Ein nýggjur møguleiki at vinna sær luttøku verður í mai. Tá er HM play-off umfarið á skránni. Við at vinna seg til EM tryggjaðu Føroyar sær eisini pláss har. Tað vil siga, at man sleppur undan teimum innleiðandi umførunum.

Í 2022 vunnu Føroyar seg fyrst víðari úr innleiðandi bólkinum í Føroyum, komu víðari úr næsta umfari uttan dystir tí Hvítarussland varð útihýst vegna kríggið í Ukraina, áðrenn Týskland gjørdist ein ov stórur biti í play-off.

[object Object]
Føroyingarnir stríddust væl og vóru á odda í stegðinum í seinna dystinum 

Hesaferð er Týskland ikki við í undankappingini. Týskland, Frakland og Svøríki hava longu vunnið sær HM-pláss, vegna avrik í EM/síðsta HM. Danmark, Noreg og Kroatia býta vertsleiklutin ímillum sín í januar 2025, so tey hava eisini beinleiðis pláss.

Harvið eru ellivu evropeisk pláss at kappast um, og fyri Føroyar eru ellivu møguleikar í lutakastinum, sum verður leygardagin.

Pottur 1 - hesi kunnu Føroyar trekkja:
Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Holland, Spania, Montenegro, Kekkia, Pólland og Norðurmakedonia. 

Les eisini: HM-lutakast leygardagin

Nakrir "gamlir kenningar eru", og tað ber til at enda við heilt torførum lutakasti. Hóast eitt vánaligt EM-endaspæl stendur Spania helst sum ein marrumótsstøða, og tey seks londini sum standa áðrenn Spania á listanum vóru øll í meginumfarinum í EM.

Á pappírinum eru tað helst serliga londini av Balkan, Montenegro og Norðurmakedónia, sum kundi sæð spennandi út fyri Føroyar. Portalurin hevur verið í samband við fleri fólk í føroyska hondbóltsumhvørvinum. Øll peika eisini á tey bæði sum bestu møguleikarnar, og serliga hevði Norðurmakedónia verið at rokna sum gott lutakast. Størsti hondbóltsspælarin í søgu landsins, Kiril Lazarov, er nú á síðulinjuni. Liðið vann á Sveis í EM-endaspælinum og tapti stórt fyri Fraklandi og Týsklandi.

Ímillum aðrar góðar møguleikar verða serliga Kekkia og Pólland nevnd. Føroyar vunnu á Kekkia fyri beint undir tveimum árum síðani, og tankin í hondbóltsheiminum er, at tað møguliga er eitt lið, ið liggur væl til okkara landslið. Pólland vann uppá fysikkin í Berlin, har føroyska liðið ikki avrikaði eins væl sum í hinum báðum dystunum. 

Júst tapið fyri Póllandi gjørdi, at póllendingar eru styrkismettir, meðan Føroyar ikki eru. Tað ger fyritreytirnar fyri heilt góðum lutakasti ringar, men har eru møguleikar at heinta: Tað snýr seg um at vinna samanlagt á mótsstøðuliðnum í mai.

Pottur 2 - Ikki styrkismett og kunnu hitta liðum úr ovara bólkinum
Georgia, Serbia, Føroyar, Sveis, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, harumframt vinnararnir av hesum play-off dystum, sum verða leiktir í mars mánaði: Slovakia – Ísrael, Estland – Ukraina, Belgia – Italia og Finnland – Litava.

Fyrri dysturin verður mikudagin 8/5 ella hósdagin 9/5. Seinni dysturin verður leygardagin 11/5 ella sunnudagin 12/5. 

Lutakastið verður á middegi nú leygardagin 27/1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder