Annað

Skógvar hjá Michael Jordan seldir fyri níggju milliónir krónur

Eitt par av skóm, sum kurvabóltsspælarin, Michael Jordan spældi í í 1984, vórðu í gjár seldir fyri 1,47 milliónir dollarar á uppboðssølu.

Mynd: Sotheby's

Mynd: Sotheby's

2021-10-25 20:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt par av skóm, sum kurvabóltsspælarin, Michael Jordan spældi í fyri 37 árum síðani, vóru í gjár seldir fyri 1,47 milliónir dollarar á uppboðssølu í Las Vegas, upplýsir auktiónshúsið Sotheby's.

Hetta svarar til 9,4 milliónir krónur, og er hetta hægsti prísurin, sum skógvar nakrantíð eru seldir fyri á uppboðssølu.

Tað varð frammanundan mett, at, skógvarnir fóru at verða seldir fyri millum eina og 1,5 milliónir dollarar. Keyparin er ónevndur, skrivar Ritzau.

Michael Jordan spældi í hesum skógnum í hansara fimta NBA-dysti í 1984. Tað var sama ár, sum Michael Jordan og Nike samstarvaðu um eina skógva- og klædnarøð, sum enn er til – harundir skógvamerkið Air Jordan.

Í fjør varð ein vestur, sum Jordan var í, tá hann skrivaði undir við Chigcago Bulls í 1984, seld fyri 320.000 dollarar, ið svarar til nærum tvær milliónir í okkara krónum.

Les eisini: Kurvabóltsvestar hjá Obama og Jordan seldir fyri methøga upphædd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder