Fótbóltur

Skotland er úti - hini úr bólki D eru víðari

Raheem Sterling tryggjaði fyri aðru ferð í endaspælinum Onglandi ein 1-0 sigur á Wembley - týsdagin verður brak í London. Royndu leikararnir hjá Kroatia fingu liðið víðari.

Skotar vóru sum vera man múlatrútnir eftir dystin á Hampden Park í gjár. Tað plagar ikki at eydnast at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, og tað gjørdi tað heldur ikki hesuferð hjá Skotlandi (Mynd: EPA)

Skotar vóru sum vera man múlatrútnir eftir dystin á Hampden Park í gjár. Tað plagar ikki at eydnast at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, og tað gjørdi tað heldur ikki hesuferð hjá Skotlandi (Mynd: EPA)

2021-06-23 06:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í bólki D var á skránni í gjár.

Á Wembley var fyrsta plássið uppá spæl. Ivamál var um, hvussu nógv Ongland og Kekkia fóru at leggja fyri at vinna bólkin, tí bólkavinnarin skal í áttandapartsfinaluni spæla móti nummar tvey í bólki F. Tað er sokallaði dynamittbólkurin, og har verður mótstøðan helst Týskland, Portugal ella Frakland. Liðið, sum endaði á øðrum plássi í bólkinum, skal spæla móti liðnum, sum gerst nummar tvey í bólki E, har einki er á pappírinum eins sterkt, sum tey nevndu omanfyri.

Bólkur E og F verða avgjørdir í kvøld; í gjárkvøldið gjørdist greitt, at tað varð sum væntað Ongland, sum vann bólk D. Bæði liðini høvdu góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, men tað vóru bert teir í hvítum, ið skoraðu. 19-ára gamli Arsenal-leikarin, Bukayo Saka, sum hevði fingið møguleikan frá byrjan, setti ferð á frá egnari hálvu, og hann setti eisini mótstøðuleikarar av, áðrenn kantspælarin fann Harry Kane. Útskeldaði enski liðformaðurin spældi út til vinstru til Jack Grealish, ið sum vera man bjóðaði av. Hetta eydnaðist væl, og Aston Villa-leikarin legði innfyri úr vinstru, og við aftaru stong var Raheem Sterling til reiðar, stútaði bóltin í málið og legði Ongland á odda, eins og ímóti Kroatia í fyrsta dystinum. City-leikarin er einasti onglendingur, ið hevur skorað í endaspælinum.

[object Object]
Raheem Sterling skorar her - aftur - fyri Ongland á Wembley (Mynd: EPA)

Í 2. hálvleiki hendi so at siga einki, og Ongland helt aftur málið reint - hesaferð var Harry Maguire í miðverjuni. Nú bíða heilt stóru avbjóðingarnir hjá liðnum hjá Southgate, ið verður verandi á Wembley.

Modric og Perisic tryggjaðu Kroatia víðari luttøku sum tvey'ari 

Skotland var aftur á heimavølli, men eins og í fyrsta umfari endaði tað við tvey-máls tapi. Bæði Skotland og Kroatia noyddust at vinna fyri at hava møguleika at koma víðari, so tað var gongd í beinanvegin, og tað leikaði á í brotsteignum hjá báðum liðunum. Tá beint yvir eitt korter varð leikt, var tað Nikola Vlasic, ið átti seinasta fótin á einum góðum álopi hjá krotaum. 

Skotar, ið spældi uttan Billy Gilmour, tí hann hevur koronusmittuna, vóru tó ágangandi og fingu javnað við góðum skoti frá Callum McGregor beint uttanfyri brotsteigin, stutt fyri hálvleik. Í 2. hálvleiki gjørdi Luka Modric tó eitt betri mál frá næstan júst sama staði. Liðformaðurin hjá Kroatia skeyt við uttaru síðu av høgra fóti, og bólturin fór heilt í longra málhornið. 35-ára gamli Modric sendi harvið Kroatia á sigurskós, og í 77. minutti skoraði 32-ára gamli Ivan Perisic til 3-1 - hann skoraði eisini á Hampden Park fríggjadagin í 1-1 javnleikinum móti Kekkia.

[object Object]Lyklaleikarar á vegnum til HM-finaluna fyri trimum árum síðani, og teir kunnu sanniliga enn; kroatisku málskjúttarnir í gjár (Mynd: EPA)

Málið gjørdi, at brekkan hjá skotum gjørdist ov tung, og Steve Clark og hansara menn noyddust at ásanna, at heldur ikki teir megnaðu at bróta keðiligu siðvenjuna við, at Skotland ikki kemur víðari úr bólkaspølum í endaspølum. Liðið hevði eitt gott avrik á Wembley men tapti báðar heimadystirnar  Málið gjørdi eisini, at liðið hjá Zlakto Dalic yvirhálaði Kekkia, hvat málmuni viðvíkur, tí liðið hevur skorað fleiri mál og skal harvið spæla áttandapartsfinalu í Keypmannahavn mánadagin. Tað verður ímóti nummar tvey í bólki B. Kekkia skal spæla ímóti einum bólkavinnara.

Bólkur D
Týsdagin - 22.06

Wembley, London
Ongland - Kekkia 1-0 (1-0)
12' Raheem Sterling 1-0

Hampden Park, Glasgow
Skotland - Kroatia 1-3 (1-1)
17' Nikola Vlasic 1-0
42' Callum McGregor 1-1
62' Luka Modric 1-2
77' Ivan Perisic 

1. Ongland 7 stig
2. Kroatia 4 stig (4-3)
3. Kekkia 4 stig (3-2)
4. Skotland 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder