Tað hevur ovurstóran týdning fyri skotska landsliðið, at tað vinnur HM-undankappingardystin móti Føroyum á Hampden Park í Glasgow í kvøld.
Skotska landsliðið hevur nevniliga ikki vunnið teir seinastu fimm galdandi dystirnar felagið hevur spælt. Har er tað blivið til tríggjar javnleikir og tveir ósigrar. Vit skulu heilt aftur til 2008 fyri at finna eitt longri tíðarskeið uttan sigur til skotska liðið – tá spældi liðið seks dystir uttan sigur.
Tað skrivar BBC í dag í upptaktini til dystin í kvøld.
Frá dystinum móti Eysturríki í síðstu viku (Mynd: EPA)
Skotar og føroyingar hava spælt fleiri dystir sínámillum fyrr. Men hetta er fyrstu ferð, at londini hittast í eini HM-undankapping. Hinir dystirnir hava verið EM-undankappingardystir ella venjingardystir.
Skottland hevur ikki fingið ta bestu byrjanina til hesa undankappingina. Javnleikur 2-2 á heimavølli í síðstu viku kann kanska brúkast, men skotar eru ikki nøgdir við, at tað eisini gjørdist javnleikur – 1-1 – í útidystinum í Ísrael sunnudagin.
Broytingar
BBC skrivar, at skotski landsliðsvenjarin, Steve Clarke, umhugsar at skifta málverja til dystin móti føroyingum í kvøld.
David Marshall, málverji hjá Derby County, hevur staðið í málinum hesar seinastu tríggjar dystirnar, men roknað verður við, at 38 ára gamli Craig Gordon úr Hearts of Midlothian, ið er tann spælarin á landsliðnum við flest landsdystum, verður tikin framum í kvøld.
BBC hevur tosað við ein úr hvørjum liðið undan dystinum.
Skotski miðvallaleikarin, Kenny McLean sigur millum annað: “Vit vita, at vit hava dygdirnar til at koma víðari, vit skulu bara finnað støðuga spælið fram. Vit skulu ikki undirmeta føroyingar, vit hava fyrr sæð lond kiksa móti smærri tjóðum í seinastuni – tað skal ikki henda fyri okkum”.
Hallur Hansson (Savnsmynd)
Havi vónað at fáa Skottland
Og Hallur Hansen, sum hevði sáttmála við skotska felagið Aberdeen sum blaðungur fótbóltsspælari, sigur: “Tað er stuttligt at vera aftur í Skotlandi – tað eru eini 10-11 ár seinast – langt síðan. Hvørja ferð lutakast er til nýggja undankapping havi eg vónað at koma í bólk við Skotlandi. Nú hendi tað so, og eg eri spentur til dystin. Vit hava virðing fyri mótstøðuni, øll lið eru góð og ein trupul avbjóðing, men vit eru altíð eyðmjúkir. Vit fara út fyri at vinna, men vit eru eisini realistiskir og fyrireika okkum sum vanligt fyri so at síggja hvat hendir”.
Nøkur hagtøl (kelda: BBC)
- Skotland hevur aldri tapt ein altjóða dyst móti Føroyum. Londini hava spælt 9 dystir, Skotland hevur vunnið 7 og 2 eru endaðir javnt
- Skotland hevur vunnið allar heimadystirnir móti Føroyum, seinast 3-0 í venjingardysti á Pittodrie í Aberdeen í november 2010
- Londini hava spælt móti hvørøðrum í fýra undankappingum til EM. Hetta er fyrstu ferð, at londini hittast í undankapping til HM
- Skotland hevur ikki vunnið í fimm dystum (3 javnleikir, 2 ósigrar). Longsta slíka røð síðan september 2008 (seks dystir)
- Skotland hevur bert tapt tveir av teimum seinastu 18 heimadystunum (10 sigrar og 6 javnleikir) Taptu móti Russlandi og Belgia í september 2019
- Føroyar hava tapt 11 av teimum seinastu 13 HM- og EM-undankappingardystunum (vunnið ein móti Malta og ein javnleik móti Moldova). Hava latið minst fýra mál inn í fimm av hesum ósigrunum.
Kringvarp Føroya sjónvarpar dystin millum Skottland og Føroyar í kvøld. Dysturin byrjar kl. 19.45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald