- Korona-støðan í landinum ger tíverri, at tað ikki ber til at spæla nakað umfar av Skúlafótbólti áðrenn jól – eins og ætlanin var.
Hetta skrivar Skúlafótbóltur í dag á heimasíðu sínari.
Seinastu árini hava nógvir skúlanæmingar og flokkar, ymsastaðni frá í landinum, kappast í Marghøllini í Vági um heiti sum føroyameistari.
Kappingin fyri hetta kappingarárið er nakað seinkað vegna koronu, og Skúlafótbóltur verður aftur á skrá komandi vár - várið 2022. Fyrireikararnir boða frá, at sjálv leikskráin er ikki løgd enn, men at fyrstu umførini verða ætlandi í mars 2022.
Greitt er, at spælt verður í Marghøllini og at dagurin hjá næmingunum eisini fevnir um at møguleiki verður at fara og svimja í Páls Høll.
Tað ber til at melda til Skúlafótbólt á heimasíðuni undir tilmeldingarskjal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald