Annað

Skuldi døma HM dystir – sleppur nú aldrin at døma aftur

Kenyanskur fótbóltsdómari tikin fyri mutur.

2018-07-10 17:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kenyanski fótbóltsdómarin Marwa Range skuldi til Russlands í summar at døma dystir í HM endaspælinum. Nú hevur hann fingið forboð fyri nakrantíð at døma fótbóltsdystir aftur.

Afrikanska fótbóltssambandið hevur boðað frá, at Range aldrin fær loyvi at døma fótbólt aftur, tí at hann hevði tikið móti mutri. Av hesi orsøk varð navn hansara tikið av listanum av dómarum, sum skuldi døma til HM, stutt áðrenn kappingin byrjaði.

Tað var ein journalistur í Gana, sum avdúkaði Range. Journalisturin segði seg arbeiða hjá ganesiska fótbóltssambandinum, og Range tók ímóti 38.000 krónur frá honum. Júst hvat hann skuldi er ikki kent, skrivar Ritzau.

Range er ikki einasti dómarin, sum er í trupulleikum. Afrikanska fótbóltssambandið hevur givið 22 dómarum forboð fyri at døma.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder