Fótbóltur

Skulu nú finna tað besta felagið í eFótbólti

Føroya Tele e-Deildin verður leikt 7. 14. og 21. apríl. 11 feløg hava meldað til.

Til FM í eFótbólti í var í vetur (Mynd: FSF)

Til FM í eFótbólti í var í vetur (Mynd: FSF)

2020-04-02 16:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit koma at skipa Betri Deildina 2020 sum eina eFótbóltskapping, har feløgini í Betri Deildini koma at kappast á PS4 í spælinum eFootball PES 2020, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini.

Vit fegnast um, at kappingin á hendan hátt kann byrja alt fyri eitt, og greitt er, at fyrsta eUmfar verður longu í dag, 1. apríl 2020.

Hetta var aprílsøgan hjá Facebook-síðuni Betri Deildin í gjár.

Tað verður ikki heilt so, men tað verður tó ein e-fótbóltskapping millum nøkur av fótbóltsfeløgunum í Føroyum, nú veruligi fótbólturin liggur í dvala orsakað av coronavirusinum. Hetta boðar Føroya Tele, ið saman við Fótbóltssambandinum fer at skipað fyri kappingini, frá seinnapartin. 

Føroya Tele e-Deildin verður í døgunum 7., 14. og 21. apríl. Tvey innleiðandi umfør verða áðrenn finaluumfarið. Kappingin verður skipað soleiðis, at hvørt felag hevur eitt lið við tveimum leikarum. Ein dystur er samansettur av tveimum dystum, har ið samlaða úrslitið av báðum dystunum telur. 

Hetta er sami leistur, sum verður nýttur í  UEFA eEURO 2020 undankappingini, har Føroyar júst hava luttikið.

Leikt verður á netinum og í spælinum eFootball PES2020. Allir dystirnir verða sendir beinleiðis á YouTube-rásini “FSF Varpið” hjá FSF. 

Føroyar Tele skrivar, at 12 feløg hava boðað frá luttøku, og eru tey býtt í hesar bólkarnar: 

Bólkar 1
HB, B36, Víkingur, ÍF

Bólkur 3
NSÍ, B68, B71

Bólkur 3
TB, FC Suðuroy, 07 Vestur, EB/Streymur

Nummar eitt og tvey í hvørjum bólki spæla seg víðari til finaluumfarið 21. apríl. Finaluumfarið verður skipað við knock-out, hálvfinalum og finalu

Í næstum verður kunngjørt, hvørjir leikararnir hjá teimum ymisku feløgunum eru. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder