Hondbóltur

Skulu royna at endurtaka í Svøríki

Føroysku U19-menninir vunnu í gjár trygt á Noreg. Nú eru svensku vertirnir á skránni í Scandinavian Open - fyri tveimum árum síðani fekk Svøríki ein sekk í European Open finaluni í Göteborg. Svøríki vann í gjár við sjey málum á Danmark.

Manningin, sum í gjár vann greitt móti Noreg (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Manningin, sum í gjár vann greitt móti Noreg (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2021-08-07 12:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Juli 2019. European Open fyri U17 hjá monnum fer í gongd í Partille. Tað er greitt undan kappingini, at Føroyar hava ein serstakliga sterkan árgang. Men longu í fyrstu dystunum fáa ungu menninir nógvar føroyingar at spíla eygu og oyru væl meira upp, tí teir gera ikki mætari enn at vinna við tíggju málum á Noreg. Fyrr sama ár var norska A-landsliðið í HM-finaluni, og tað er ikki hissini úrslit, ið føroyingarnir fingu í fyrsta dystinum.

Seinni sama dag vinna Føroyar á enn einari risahondbóltstjóð - Spania - og kappingin endar við, at føroyska liðið vinnur við sjey málum á svensku vertunum í finaluni og setur harvið eina feita striku undir, at har býr nakað stórt í liðnum.

[object Object]
Eftir finalusigurin á Svøríki (Mynd: IHF) 

Hópurin til Scandinavian Open, sum fór í gongd í Lund í Svøríki í gjár, er í stóran mun hin sami. Onkrar broytingar eru, men tað er fyrst og fremst sterki 02-árgangurin, við leikarum sum Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum, Viktor Nørlyng Gaini, Paula Mittún og Paula Jacobsen á, sum setur dám á føroyska U19 landsliðið hjá monnum. Teir báðir fyrstnevndu spæla yrkishondbólt í ávíkavist Svøríki og Danmark, og teir skoraðu tíggju mál hvør í gjár, tá Føroyar settu hol á sína luttøku í Lund við sjey-máls sigri á Noreg. Viktor var ein lykil í miðverjuni og skoraði fýra mál, og í málinum vísti Pauli Jacobsen til tíðir stórspæl.

Les eisini: U19-menninir flongdu norðmenn

Serliga ein av "nýggju leikarunum", gjørdi vart við seg. Um miðjan fyrra hálvleik kom bert 16-ára gamli Óli Mittún á vøllin. Hann er føddur trý ár seinni enn beiggi sín, Pauli, og systkinabarnið Elias, og teir tríggir spældi leingi saman í bakketuni í gjár. Óli varð av svensku viðmerkjarunum lýstur sum "næstan eitt kopi av Eliasi", ið sviar kenna væl nú, og við hansara avbjóðandi stíli, ferð og hegni mettu teir, at útlendsk feløg heilt skjótt fóru at hyggja nærri eftir blaðunga hoyvíkinginum.

Sigurin hjá Føroyum kom ongantíð í vanda í 2. hálvleiki, og nú standa sviar fyri skotum. Svensku vertirnir vunnu í gjár 31-24 á Danmark. Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Lund. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder