Fótbóltur

Skulu royna seg í Luksemborg í kvøld

- Vit vænta okkum tveir spennandi dystir, har vit í stóran mun kunnu vera við til at skapa dystirnar, og tað hava vit eisini lagt stóran dent á í fyrireikingunum, sigur verjuspælarin Birita Ryan. Venjingardysturin hjá føroysku kvinnunum byrjar klokkan 18.30 og kann stroymast.

Birita Ryan (t.v.) saman við KÍ-liðfelganum Tórunn Højgaard Joensen. Miðverjin er lyklaspælari á landsliðnum (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Birita Ryan (t.v.) saman við KÍ-liðfelganum Tórunn Højgaard Joensen. Miðverjin er lyklaspælari á landsliðnum (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2023-04-05 13:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

A-landsliðið við kvinnum setti sunnudagin kósina móti Luksemborg, har tveir venjingardystir eru á skránni í vikuni.

Hesir eru umráðandi liður í fyrireikingunum hjá kvinnulandsliðnum til Nations League kappingina, sum byrjar í heyst. Fótbóltssamband Føroya skrivar, at við nýggja kappingarleistinum kunnu væntast fleiri dystir móti londum, sum eru í námind av Føroyum á altjóða styrkislistanum, og tí eru vinardystirnir móti Luksemborg sera væl hóskandi.

Hetta vísir Birita Ryan eisini á. Miðverjin við 17 A-landsdystum setur eisini orð á, hvussu nógv tær á føroyska liðnum síggja fram til at sleppa í dyst saman aftur:

- Vit hava vant væl hesar báðar dagarnar og kenna okkum væl fyrireikaðar til at møta Luksemborg. Vit vænta okkum tveir spennandi dystir, har vit í stóran mun kunnu vera við til at skapa dystirnar, og tað hava vit eisini lagt stóran dent á í fyrireikingunum. Nú haldi eg mest, at vit bara gleða okkum til at sleppa í eldin, sigur ungi verjuspælarin við fsf.fo.

20-ára gamla miðverjin úr Klaksvík er ein av teimum ungu, sum hevur spælt lutfalsliga nógvar landsdystir, og sum skal taka ábyrgd.

Eitt umskifti er í gongd á landsliðnum, við tí at Signe Pries Andersen skal taka yvir. Lene Terp gavst í vetur, og nýggi danski høvuðsvenjarin kemur formliga í starvið um tveir mánaðir, tá starvstíðin í DBU er liðug. Hon er tí ikki við til venjingar og annað í Luksemburg, men fær fylgt dystunum. Eitt venjaratoymi við royndum frá millum annað landsliðsfótbólti stendur á odda fyri venjingum og dystunum sjálvum.

Fyrri venjingardysturin móti Luksemborg í vikuni verður bríkslaður í gongd klokkan 18.30 í kvøld. Fótbóltssamband Føroya boðar frá, at stroymast kann á hesari leinkjuni.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Myndir: Bjarni Enghamar/FSF


Fleiri myndir á fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder