Fótbóltur

Skulu royna seg í Wales

Dysturin í 6. umfari í EM-undankappingini verður bríkslaður í gongd klokkan 16.30. Føroyar taptu 6-0 í heimadystinum í fjør.

Ásla Johannesen í dysti móti Wales í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Ásla Johannesen í dysti móti Wales í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-22 14:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar byrjaðu undankappingini við at tapa 6-0 á heimavølli fyri Wales. Allarflestu leikararnir í walisika hópinum spæla í Onglandi og harvið á høgum støði. Wales er í løtuni nummar tvey í bólkinum, og harvið verður bitin stórur at svølgja hjá unga føroyska liðnum.

Har eru tó royndir leikarar við, sum Heidi Sevdal og eisini Olga Kristina Hansen, ið er við aftur, og føroyska liðið spældi sín greitt besta dyst í undankappingini seinast móti Hvítarusslandi (0-2)

[object Object]
Mynd: FSF/Bjarni Enghamar

Seinastu dagarnar hevur føroyska liðið fyrireika seg í Wales, og nú er dysturin beint fryi framman. Fyrsta bríksl í Newport verður klokkan 16.30. Dysturin kann síggjast her - vit dagføra eisini á forsíðu okkara.






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder