Hondbóltur

- Skulu serliga verja fyri langskotunum hjá Montenegro

Tað er týðandi, at vit ikki bíða eftir teimum í verjuni, og 5-1 verður nýtt, staðfestir hjálparvenjarin á dystardegi nummar tvey. Kjartan Johansen og Helgi Hoydal eru heldur ikki í dystarhópinum í dag.

Pauli Jacobsen, sum tók nógv nærskot móti Sveis, men hevði tað truplari við skotum longri útifrá, fer at standa til fleiri langskot í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Jacobsen, sum tók nógv nærskot móti Sveis, men hevði tað truplari við skotum longri útifrá, fer at standa til fleiri langskot í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-18 12:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): - Montenegro hevði 25 langskot móti Slovenia fríggjakvøldið. Vit høvdu samanlagt 6 langskot í í trimum dystum í EM-endaspælinum fyi tveimum árum síðani.

Hesi tølini leggur Hjalti Mohr Jacobsen fram, og tey siga eitt sindur um, hvat tað er, sum Føroyar skulu møta í dag. Talan verður um ógvuliga øðrvísi álopss

Montenegro tapti 40-41 fyri Slovenia í fyrsta umfarið í bólkinum. Hetta er tann endaspælsdysturin í søguni við flest málum.

Liðið vantar sín vanliga fyrst málverja, Nebojsa Simic, og i føroysku fyrireikingunum hevur man hugsavna seg mest um verjupartin. Og har verður tað meira álopskent og ágangandi enn móti Sveis fríggjadagin, staðfestir hjálparvenjarin fyri miðlunum í kvøld:

- Vit byrja við standa í 6-0 men aftaná fyrstu rørsluna - tá teir byrja at gera system og krossa - traðka vit fram. Tað er týðandi, at vit ikki skulu sleppa at skjóta ov nógv í miðsonuni og traðka upp. 

Liðið av Balkan hevur nakrar stórar skjúttar - serliga Branko Vujovic. Høgri bakkurin skoraði ellivu mál móti Slovenia seinast. Talan er um eina skothóttan í heimsflokki, so har skulu Føroyar gera nógv rætt. Vujovic (nummar 11) byrjar ofta í høgru men kemur síðani longur inn - og har skulu føroyingar vera til reiðar, - staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen.

Sí eisini: Máttmiklir montenegrobúgvar bíða

Føroyingar fara at loyva nøkrum skotum av strikuni og av høgra vongi, har montegrinar eru meira ótryggir - vinstri vongur plagar oftast at vera púra tryggur.

7 móti 6 - eingin broyting í hópinum

Í álopinum fara Føroyar mest sannlíkt at spæla 7 mótu 6 størsta partin av dystinum. 

Allir spælarar eru tøkir, og hóast tað ikki hevur verið eitt fokuspunkt, so kann væntast at síggja meira til Hákun West av Teigum. Honum stongdi Sveis fyr

Í mun til hóp, sita  Kjartan Johansen og Helgi Hildarsson Hoydal aftur uttanfyri dystarhópin í dag. Hjalti Mohr Jacobsen staðfestir, at Pætur Mikkjalsson, sum spældi 14 minuttir móti Sveis, kann fáa ein stóran leiklut í dag.

Sí eisini: Føroyska mannfjøldin skal leggja trýst á heldur enn íslendskt huh-róp - vinna við fimm málum ella meira

Sí eisini: Óli Mittún: - Kunnu vænta nøkur sløg aftur í morgin - men vit vinna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder