Fótbóltur

Sky: Chelsea og Juventus samd um Higuain

Argentinski áleyparin skiftir allarhelst Serie A út við Premier League, meðan Morata fer aftur til Spania.

Gonzalo Higuain í dysti ímóti felagnum ið hann hevur sáttmála við, og sum nú leigar hann út á øðrum sinni
(Mynd: EPA)

Gonzalo Higuain í dysti ímóti felagnum ið hann hevur sáttmála við, og sum nú leigar hann út á øðrum sinni (Mynd: EPA)

2019-01-17 08:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani Diego Costa fór úr Chelsea eftir eitt opið stríð við Antonie Conte í 2017, hevur Chelsea leita eftir tí næsta veruliga áleyparanum. Tað hevur ikki heilt eydnast at finna tann nýggja 9'aran. Alvaro Morata kom fyri áleið 70 milliónir pund úr Real Madrid, men spaniólin tykist at mangla sjálvsálit, og mongu brendu málmøguleikarnir hava ikki gjørt hann populeran á Stamford Bridge. 

Altjóða miðlar skriva nú, at Morata er á veg til heimbýin aftur. Atletico Madrid er áhugað at knýta 26-ára gamla leikaran at felagnum. Lagnunar speisemi er, at tað skal vera fyri at avloysa ein skaðaplágaðan og formleysan Diego Costa. Hetta skrivar Sky Sports, ið eisini skrivar, at Alvaro Morata varð sæddur í Madrid mánadagin. Áleyparin var ikki í hópinum, tá ið Chelsea vann 2-1 á Newcastle í vikuni.

Oliver Giroud er heldur ikki svarið sum fyrsti áleypari í Chelsea, og tí hevur Maurizio Sarri vent nøsini ímóti Italia. 60-ára gamli venjarin vil hava fatur á sínum gamla áleypara frá Napoli tíðini. Tað er ikki so løgið, tí Gonzalo Higuain skoraði heili 36 mál í Serie A í 2015-2016. Hetta er met, og hetta var einasta árið ið Higuain og Sarri fingu saman, áðrenn Juventus keypti Higuain fyri 90 milliónir evrir.

Í Juventus skoraði argentinski áleyparin 40 mál í Serie A í 73 dystum. Men har vóru ávísir trupulleikar, og eftir at Juventus keypti Ronaldo í summar, varð Higuain leigaður til Milan, har ein møguleiki fyri keypi eftir kappingarenda varð tilknýttur. 31-ára gamli áleyparin hevur skorað 6 mál í Serie A higartil, men nú tykist tað sum, at hann skal víðari.

Sky Italia skrivar, at avtala er fingin í lag ímillum Juventus og Chelsea. Tað hevur verið skrivað um, at áleyparin ynskir at skifta, og hóast leiðslan í Chelsea ikki tykist vera sannførd um, at Higuain er rætti maðurin at loysa álopstrupulleikarnar, so er Sarri sera sinnaður at fáa málrevin til London. 

Higuain spældi í gjár 20 minuttir í Supercoppa Italianna í Saudi Arabia. Chelsea hevur fyrr í januar keypt unga og evnaríka amerikanska miðvallaran Christian Pulisic úr Dortmund. Tá fekk nevndin handilin í lag, uttan at Sarri visti av tí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder