Fótbóltur

Slagið um Havnina kann fáa alstóran týdning fyri oddastríðið

HB hevur eina góða leiðslu í oddinum og kann økja um hana í kvøld. Hetta vilja grannarnar gera alt fyri at forða fyri, og um tað eydnast hjá liðnum hjá Jákupi á Borgi at vinna á Tórsvølli í kvøld, so er tað av álvara við í FM-stríðnum.

B36 eltir HB, ið hevur vunnið báðar grannauppgerðirnar higartil í ár (Mynd: Sverri Egholm)

B36 eltir HB, ið hevur vunnið báðar grannauppgerðirnar higartil í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-28 16:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. juni var oddabrak á Ovara Vølli í Gundadali. HB og B36 høvdu vunnu sínar fyrstu fýra dystir, men í bakandi sólini 2. Hvítusunnudag vóru teir í reyðum og svørtum væl betri í undirhaldandi dystinum

5. umfar í Betrideildini
Mánadagin 01.06 (2. Hvítusunnudag)
B36 - HB 2-4 (1-1)
10’ Pætur Petersen (Dan í Soylu) 0-1
18’ Alex Mellemgaard (br.) 1-1
56’ Michal Przybylski 2-1
61’ Pætur Petersen (Heðin Hansen) 2-2
65’ René Shaki Joensen (Heðin Hansen ) 2-3
90' René Shaki Joensen 2-4

Les um dystin her
Pætur: - Veit ikki heilt hvat eg skal siga
Sonni Ragnar: HB vann uppiborið

[object Object]
Michal Przybylski legði B36 á odda tíggju minuttir inni i 2. hálvleiki, men HB var sterkari. Pætur Petersen skoraði tvær ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
René Shaki Joensen skoraði eisini tvey mál í 4-2 dystinum - her sæst hann í 2-0 sigrinum hjá HB á Tórsvølli 23. juni. 10' arin stríðist í løtuni við skaðar (Mynd: Sverri Egholm)

23. juni skuldi B36 hevna tapið og koma undir liðuna á HB. Ístaðin setti liðið hjá Jens Berthel Askou eina tjúkka striku undir sín leiklut sum FM-favoritt og vann aftur uppibornan tvey-máls sigur á grannum. Danin Mikkel Dahl, ið spældi sín fyrsta dyst fyri HB, og Hilmar Leon Jakobsen skoraðu málini, ið bæði komu í 2. hálvleiki.

Les eisini: 
HB koppaði enn einaferð B36 

Sí eisini:
Hilmar Leon: - Tað er vinnaramentalitetur
Teitur Gestsson: Sum var tað Ronaldo ið skallaði bóltin í málið
Jákup á Borg: Alt annað enn nøktandi, at spælarar geva upp áðrenn dysturin er liðugur

Í kvøld hevur HB møguleikan at av álvara leggja sjógv ímillum seg og hini liðini. KÍ er liðið, sum hevur best møguleika at fáa fatur á HB, men liðið hjá Mikkjali Thomassen skal ikki spæla sín dyst í hesum umfarinum fyrrenn tíðliga í november, og tí verður trýstið av álvara á KÍ, um oddaliðið í kvøld økir um munin. So verður tað eisini væl tyngri hjá NSÍ at renna aftaná, og um trý stig fara til liðið hjá Jens Berthel Askou, so verður B36 15 stig aftanfyri grannarnar.

[object Object]
B36 spældi strævnan dyst í Sofia hóskvøldið... (Mynd: EPA)

[object Object]

HB vann stórsigur í Streymnesi mikukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

B36 hevur tveir dystir færri, men í felagnum er man helst greiður yvir, at hetta er at kalla seinasta útkall, um FM framvegis skal vera eitt mál. Annars snýr tað seg um hjá B36 at røkka eitt av hinum evropeisku plássunum. Seinasta uppgávan hjá B36 var júst í Europa League, har CSKA Sofia var ov sterkt - avrikið hjá árstalsfelagnum í bulgariska høvuðsstaðnum hóskvøldið var tó heilt gott. 

[object Object]

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Jákup á Borg hevur fyrr í ár prikað til Jens Berthel Askou í miðlunum - hetta var eftir, at danski venjarin í samrøðu á FM1 hevði avskrivað B36 í stríðnum um FM - og tað er eingin ivi um, at støðan millum feløgini á ein hátt er spent. Eingin vil tapa slagið um Havnina, og hetta verður helst sjónligt í kvøld, har inntensiteturin uttan iva ikki fer at mangla, og har leikararnir fara at geva seg fult út. Nógv er uppá spæl - æran og týdningarmikil stig. Spurningurin er, um eitt heldur moyrt B36-lið hesuferð megnar at koppa HB, ella um HB aftur vísur seg at verða omaná í grannauppgerðini.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19. Vit vera á staðnum, har vit dagføra, hava myndir, taka samaunum og gera samrøður.

22. umfar í Betrideildini
Í dag (28/9): 
19.00: B36 - HB


Í gjár (27/9):
NSÍ - Skála 4-1 (2-0)
9' Peter Knudsen (Jesper Flinck Christjansen) 1-0
24' Peter Knudsen (Jann Benjaminsen) 2-0
55 'Klæmint Andrasson Olsen (Petur Knudsen) 3-0
63' Niels Pauli Danielsen (Teitur Reinert Joensen) 3-1
90' Klæmint Andrasson Olsen (Steffan Løkin)

Myndir: NSÍ - Skála
Klæmint 200 mál í Betrideildini

TB - Víkingur 0-2 (0-2)
3' Bogi Reinert Petersen 0-1
6' Ari Olsen 0-2

NSÍ og Víkingur leggja trýst á

ÍF - EB/Streymur 1-1 (1-0)
43' Hans Jákup Lervig (Sjúrður Pauli Nielsen) 1-0
87' Bárður Olsen (Arnbjørn Hansen) 1-1

Bárður: Tíbetur sat hann í kryssinum
Ólavur Larsen: Vinna ikki tað vit skulu vinna


4/11: 
KÍ - AB - Útsettur

 

Støðan

1. HB 52 stig (20 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir) 
3. NSÍ 47 stig (21 dystir)
4Víkingur 41 stig (20 dystir)
5. B36 40 stig (18 dystir)
6. ÍF 22 stig (21 dystir)
7. EB/Streymur 20 stig (22 dystir)
8. TB 14 stig (22 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 3 stig (21 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder