Fótbóltur

Slagið um Havnina og um oddin

Av teimum fýra dystunum, sum eru á skránni í Betrideildini í seinnapartin, er eingin ivi um, at dysturin í Gundadali er størstur..

HB skal royna at fáa tamarhald á B36, ið hevur fult stigatal undan dagsins grannauppgerð
(Mynd: Jens Kr. Vang)

HB skal royna at fáa tamarhald á B36, ið hevur fult stigatal undan dagsins grannauppgerð (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-07 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið leiktu NSÍ og Víkingur undirhaldandi dyst við Løkin. Heimaliðið skoraði fýra ferðir seinna helmingin av 1. hálvleiki, og vann sær trý góð stig. 

Í dag eru fýra dystir í 4. umfari. Teir eru spjaddir nakað út - landafrøðiliga og hvat klokkusletti viðvikur: 

4 07.04.19 15.00 TB EB/Streymur  
4 07.04.19 15.00 B36 HB  
4 07.04.19 16.30 ÍF  
4 07.04.19 17.00 AB Skála

Støðan í Betrideildin: 
1. B36 (9 stig)
2. NSÍ (7 stig) *
3. Skála (6 stig)
4. KÍ (5 stig)
5. HB (5 stig)
6. Víkingur (4 stig) *
7. TB (4 stig)
8. AB (3 stig)
9. ÍF (1 stig)
10. EB/Streymur (0 stig)


* Ein dyst fleiri

Tað er sjálvdan óáhugavert ella ódramatiskt, tá HB og B36 hittast. Tað er steypafinalan í fjør eitt ógvuliga gott dømi um. Men tað er eisini í tí "vanliga" landskappingardystinum millum liðini, at tað veruliga hendir nakað, og at tað er spennandi og inntenst. Seinastu árini hava liðini leikt nógvr javnleikir, men í fjør var HB omaná í tveimum grannauppgerðum í Betrideildini; B36 vann ongan av teimum trimum dystunum, hóast teir úr sunnara húsinum burdu havt fingið meira burturúr. 

Ártalsfelagið hevur fingið nógv burturúr í byrjaini av nýggja kappingarárinum - fult stigatal eftir trý umfør og tríggar teprar sigrar. HB hevur eftir hendan dystin møtt øllum hinum "topp-fimm liðunum", og vinna føroyameistararnir í dag, so hevur byrjanini verið meira enn góðkend. Liðið hjá Heimiri Guðjónssyni sá sannførandi út móti Víkingi seinast. Tað verður tó ein heilt ørvísi dystur í dag, og neyvan meira ein eitt mál fer at skilja liðini. 

Hjá HB er tað ógvuliga umráðandi at ársins leikari, Adrian Justinussen verður við. Kantspælarin fór út við skaða í nøsini seianst, men spælir við masku í dag. Símun Samuelsen tykist at vera komin ordliga fyri seg. Hjá B36 eru fleiri ivamál, men liðið hjá Jákup á Borg hevur ofta vist, at tað væl ber til við "minni kendum nøvnum". 

Bæði KÍ og Skála kunnu nærkast oddinum í dag. Liðini eru favorittar á útivølli; KÍ størri enn Skála. Í Fuglafirði skal roynda ÍF-liðið royna at arga við teimum fýra klaksvíkingunum á liðnum. KÍ hevur vunnið seinastu fýra ferðirnar, at liðið hevur verið í Fuglafirði og fekk sín fyrsta sigur í Betrideildini seiansta vikudkifti. Liðið hjá Mikkjali Thomassen skuldi arbeiða sera hart fyri tí móti EB/Streymi, og tað er ikki heilt samanspælt enn.

Skála hevur fingið nógv rós fyri sigurin móti NSÍ og skal royna at byggja uppá í dag. Um skálamenn vinna á Argjum, sum teir gjørdu tvær ferðir í fjør, so er tað besta byrjan, sum felagið nakrantíð hevur havt í bestu deildini. Liðið hjá Eyðuni Klakstein tyktist at hanga væl saman, men tað verður eitt hartarbeiðandi AB-lið, ið er mótstøðan í dag.

Í Trongisvági er lykladystur í botnstríðnum. TB hevur fingið eina fína byrjan, og sær hetta sum ein góðan møguleika at koma longur burtur frá strikuni. EB/Streymur hevur spælt tættar dystir móti topp-fimm liðum fyrstu trý umførini, og sær hetta sum møguleikan at koma á stigatalvuna. Tað verður helst inntenst og spennandi við Stóra.   

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara. Vit taka samanum dystirnar, og hava myndir frá dystunum í Gundadali og á Argjum. Til ber at síggja dystirnar hjá televarpinum (við Stórapakka + ella Pay Per View)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder