Hondbóltur

Sleppa hvørki at spæla í Havn ella Klaksvík

EHF vil vita meira um møguleikan at spæla í marghøllini í Vági.

2018-07-15 22:51 Author image
Roysni
placeholder

Tað er ógvuliga ivasamt, um Mikkel Hansen, Landin og aðrar danskar hondbóltsstjørnur koma til Føroya í heyst at spæla móti føroysku landsliðsmonnunum.

Evropeiska hondbóltssambandið, EHF, hevur nú tikið støðu um hallarviðurskiftini í Føroyum. HSF hevði sent umsókn um undantaksloyvi at brúka Badmintonhøllina í Klaksvík, Høllina á Hálsi í Havn og Marghøllina í Vági til EM-undankappingardystirnar hjá Føroyum.

Um vikuskiftið kom endaligt skriv frá EHF, at Badmintonhøllin í Klaksvík og Høllin á Hálsi fáa ikki undantaksloyvi. EHF vil tó vita meira um Marghøllina í Vági. Tað er millum annað, hvussu høllin kann hitast, ferðing til Suðuroynna og gistingarmøguleikarnar í oynni.

– Sjálv Marghøllin verður møguliga góðtikin av EHF, men eg ivist, um alt annað verður góðtikið, tí tað eru ógvuliga høg krøv til eitt nú ferðingina og gistingina. Hinvegin hevur HSF heldur ikki fíggingina til at hava dystin í Vági. Tað fer at kosta ov nógv at keypa ein hondbóltsvøll og áskoðarapallar við plássi fyri í minsta lagi 2000 áskoðarum, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Hondbóltssambandið fer nú at taka støðu til, hvussu leikur víðari fer.

Fyrsti EM-undankappingardysturin á heimavølli er móti Danmark síðst í oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder