Fótbóltur

Hanus Sørensen heldur fram at skora

Sum álopskendur høgri bakkur, skoraði ein av landsliðshetjunum frá síðstu viku eitt av málunum í 6-0 sigri hjá Triglav Kranj í kvøld.

Fýra mál og tríggjar sigrarar uppá eina stóra vika. Her takkar Hanus Sørensen føroysku áskoðarunum eftir sigur á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Fýra mál og tríggjar sigrarar uppá eina stóra vika. Her takkar Hanus Sørensen føroysku áskoðarunum eftir sigur á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-17 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann skoraði tvær ferðir móti Montengro hósdagin 9. oktober...

[object Object]
Árni Frederksberg og Hanus Sørensen fegnast um 3-0 málið móti Montenegro fyri átta døgum síðani - Árni legði upp, og Hanus skoraði við stútara (Mynd: Sverri Egholm)

Og havnarmaðurin sló aftur til, tá hann legði Føroyar á odda í 2-1 sigrinum á Kekkia.

[object Object]
Hanus hevur júst kaldliga sent Føroyar á sigurskós móti kekkum (Mynd: Sverri Egholm)

Les eisini: FIFA-styrkislistin: Føroyar fingu flest stig og tóku størsta framlopi

Hanus Sørensen er glóðheitur í løtuni, og eftir trý mál í tveimum dystum á Tórsvølli í glæsiligu landsliðsvikuni, skoraði 24-ára gamli maðurin aftur í kvøld.

Hetta var, tá Hanus Sørensen aftur var í dysti í næstbestu slovensku deildini. NK Triglav Kranj vann 6-0 á botnliðnum Jesenice.

Føroyingurin, sum á landsliðnum spælir sum vongur, var aftur á høgra bakki í sínum felagi. Hetta var tó í einum ógvuliga álopskendum leikluti. Umframt at skora var Hanus við í nógvum hjá heimaliðnum.

Sí eisini: Abbi Hanus bað hann bara leggja bóltin í málið

Fýra mál seinastu tríggjar dystirnar, og Hanus Sørensen og Triglav Kranj eru væl við í uppflytingarstríðnum: Liggja nummar trý í næstbestu slovensku deildini eftir ellivu umfør.

Føroyingurin er leigaður úr slovenska stórfelagnum NK Celje.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder