
Í síðstu viku feldu Føroyar tvey av londunum, sum eru væl omanfyri okkum á FIFA-styrkislistanum.
Undan júst farna landsliðsvindeygað vóru Føroyar nummar 136 í heiminum, útfrá listanum hjá UEFA sum verður dagførdur eftir landsliðsumfør.
Montenegro var nummar 80, og Kekkia var nærum 100 pláss omanfyri, nummar 39, tá tey komu á Tórsvølli - og fóru avstað aftur við ongum.
Føroyar fara frameftir, meðan kekar detta fimm pláss niður - og venjarin er koyrdur - eftir 2-1 á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Gunnar Vatnhamar: - Rørandi og stuttligt at merkja stuðulin frá fólkinum
Sigrar móti liðum omanfyri seg telja nógv upp, og Føroyar eru nú nummar 127 í heiminum.
So høgt hevur A-landsliðið við monnum ikki verið síðani man var nummar 125 í fyrru hálvu av 2023.
Lopið fram eftir sigurin á Gibraltar var fimm pláss - tá taptu nógv lð rundanum Føroyar. At koma níggju pláss uppp uppá so stutta tíð krevur nógv.
Av evropeiskum londum, fóru Føroyar nú frammum Estland. Seinast varð Lettland yvirhálað, og harvið hava menninir nú øll baltisku londini aftuanfyri seg. Tvey pláss eru upp til Kypros.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald