Fótbóltur

Føroyar farnar fimm pláss upp á FIFA-styrkislistanum

Sigurin á Gibraltar hevur talt eitt sindur. Manslandsliðið er nú nummar 136 í heiminum og hevur yvirhálað millum annað Lettland.

Føroyingar fegnast eftir harðvunna 1-0 sigurin móti Gibraltar 8. september. Hesin sigurin skumpaði føroyingar longu upp (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingar fegnast eftir harðvunna 1-0 sigurin móti Gibraltar 8. september. Hesin sigurin skumpaði føroyingar longu upp (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-23 10:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta stóra árið hava Føroyar ligið umleið nummar 140 á FIFA-styrkislistanum, sum verður dagførdur eftir hvørji landsliðsvindeygu.

Tað hevur verið ein rímiliga støðug niðurgongd seinastu árini - við onkrum lítlum upplopi inn ímillum.

Sí gongdina her

Javnleikirnir í seinastu dystunum undir Håkani Ericson (Armenia og Lettland heima) og sigurin í fyrsta dystinum undir Eyðuni Klakstein (í Armenia) lyfti liðið eitt sindur uppum 140. 

Eftir tepru tapini í Kekkia og Montenegro í mars fóru Føroyar niður á nummar 141. Men síðani hava sigrar á Gibraltar, umframt tap hjá øðrum liðum rundanum gjørt, at føroyska manslandsliðið í løtuni er nummar 136 í heiminum. Hetta er tað hægsta síðani apríl 2024.

Lopið frá í summar er fimm pláss. Hetta sæst á listanum, sum er dagførdur nú í september - eftir 0-1 heima móti Kroatia og 1-0 sigur á Gibraltar. Hetta merkir, at Føroyar nú hava átta evropeisk lond aftanfyri seg. Lettland var frammanfyri áðrenn, men nú eru føroyingar eitt pláss omanfyri baltiska landið.

Estland, Kypros, Aserbadjan og Kasakstan eru tey UEFA-londini, sum eru nakað omanfyri.

Evropameistararnir úr Spania er nú fremst í heiminum, meðan heimsmeistararnir úr Argentina eru á 3. plássi.

Sí allan listan her

Føroyar hava tveir heimadystir í oktober: Montenegro vitjar 9. oktober, og Kekkia vitjar 12. oktober.

Les eisini: Føroyar eru í løtuni á 3. plássi í bólkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder