Innanlands

Snús ringa ávirkan á avrik og orku

Tað er ein óheppin myta, at snús betrar um ítróttaavrik - hinvegin er tað heilsuskaðiligt hjá ungum, staðfestir Signar Hilmarsson, verkætlanarleiðari hjá ÍSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-28 11:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF Varpið: Tverri hoyrist javnan, at snús betrar um avrikið hjá ítróttarfólkum. Men soleiðis er ikki – als ikki – og talan er heilt greitt um eina íspunna søgu. Prógv eru nevniliga fyri, at snús er vandamikið og heilsuskaðiliigt.

Leygardagin var Signar Hilmarsson, verkætlanarleiðari hjá ÍSF á vitjan hjá FSF. Har greiddi hann øllum landsliðsvenjarunum, ið eru knýttir at Fótbóltssambandi Føroya, frá, hvørja neiligu ávirkan snús hevur á avrikið hjá fótbóltsspælarum.

Aftaná framløguna fekk FSF Varpið orðið á Signar Hilmarsson. Í samrøðuni greiðir Signar frá, hvørji neilig árin snús hevur á fótbóltsspælarar og ítróttarfólk sum heild.

Millum annað hevur snús stórá ávirkan á heilan, nikotinið í snúsi tekur nógva orku úr kroppinum, og snús ger seg eisini inn á evnini at hugsavna seg og reaktiónstíðina hjá íðkarum.

Sí video ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder