Tað eru níggju feløg, ið hava vunnið Super Bowl tríggjar ella fleiri ferðir. Kansas City Chiefs kundi í 2021 gjørdist tað tíggjunda, men Tom Brady og Tampa Bay Buccaneers vildi tað øðrvísi. Nú hava Patrick Mahomes og liðfelagirnir møguleikan aftur.
Tað er triðja Super Bowl uppá fýra ár hjá Chiefs, ið á ein hátt kann staðfesta seg nýtt stórveldi í NFL. Av teimum fyrstu fýra Super Bowls sum vóru, (síðst í sekstiárinum) var liðið úr statinum Missouri við í tveimum og vann tí einu. Eftir langa oyðimarkargongd hava Andy Reid og restina av venjaratoyminum leitt liðið móti tindinum aftur.
Reid hevur, eins og hann gjørdi sum høvuðsvenjari hjá Philadelphia Eagles, staðið í fimm "hálvfinalum" (Conference Championships); tó ikki á fimm á rað sum hesuferð. Við Eagles tapti hann fýra av teimum, umframt tí Super Bowl sum Pennsylvania-felagið rakk við Reid. Tað gjørdist ein "lærusveinur" hjá Andy Reid, sum á nærum ótrúligan hátt koppaði nógv vinnandi Patriots í 2018 og vann fyrstu Super Bowl í søgu felagsins: Doug Pederson var venjari, og talan var um ein eykaquarterbakk.
Høvuðsvenjarin hjá Chiefs - og tann fyrrverandi hjá Eagles - hevur verið í miðdeplinum í vikuni (Mynd: EPA)
Nummar tvey skal koma í hús við at koppa liðnum hjá gamla høvuðsvenjaranum. Spennandi unga liðið hjá Eagles hevur verið sannførandi í stórum pørtum av árinum, og fyrstárs venjarin Siriani, ungi quarterbakkurin Jalen Hurts og hinir skulu millum annað koppa mest virðismikla spælaranum í NFL hetta kappingarárið fyri at vinna Super Bowl nummar tvey hjá "ørnunum" í finalu nummar fýra. 15 onnur feløg hava vunnið tað í minsta lagi tvær ferðir.
Super Bowl LVII verður skotin í gongd umleið klokkan 23.30 í kvøld. Rihanna framførir í hálvleikinum, og í dystinum er tað bróður móti bróður, og nógv bendir á at tað kann gerast heilt tætt.
Les eisini: Rihanna í hálvleikinum og beiggjar dystast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald