Eftir landsliðsteðg er nú aftur landskappingarfótbóltur kring Evropa, og í dag eru sjey dystir í 31. umfari í Premier League á skránni:
12.30: Fulham - Manchester City (TV3+/Viaplay)
15.00: Brighton - Southampton
Burnley - Wolves
Crystal Palace - Huddersfield
Leicester - Bournemouth
Manchester United - Watford (TV3 MAX/Viaplay)
17.30: West Ham - Everton (6'eren/Viaplay)
Dagurin byrjar við, at Manchester City kann koma framvið Liverpool. Liðið hjá Klopp hevur truplan dyst móti Tottenham í morgin, meðan City hevur eina lættari uppgávu á pappírinum. Tað er eitt sera vandamikið álop hjá City móti vónleysa verjupartinum hjá Fulham. Trý stig er eitt krav hjá Pep Guardiola og hansara monnum.
Manchester United setti hósdagin Ole Gunnar Solskjær í fast starv. Eftir nógva viðgongd taptu norðmaðurin og hansara menn tveir týðandi dystir undan landsliðsteðginum (Arsenal í Premier League og Wolves í FA Cup), men teir kunnu leggja seg væl fyri í topp-fýra stríðnum við sigri í dag.
Southampton og Brighton spæla ógvuliga týðandi dyst, har málið er at koma longri vekk frá niðurflytingarstrikuni. Burnley og Crystal Palace hava eisini umráðandi uppgávur á heimavølli, har trý stig allarhelst skulu til.
Fótbóltur
So rullar bólturin aftur í Premier League
City kann leggja seg á odda aftur, United kann koma uppá 4. plássið, og umráðandi dystur í botnstríðnum verður í Suðurongalndi.
Ole Gunnar Solskjær skal í dag fyri fyrstu ferð standa á odda fyri United á Old Trafford sum fastur høvuðsvenjari hjá stórfelagnum (Mynd: EPA)
2019-03-30 10:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald