Fótbóltur

So tapti Liverpool

Botnliðið Watford var fyrsta lið, ið megnaði at vinna á Liverpool í Premier League í ár, tá teir í dag vunnu ein greiðan sigur oddaliðinum.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-02-29 19:35 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fimm dystir vóru á skránni í 28. Umfarið í Premier League í dag. Fyrr í dag spældi Chelsea javnleik, tá teir vitjaðu Bournemouth.

Liverpool, ið liggur greitt á odda í Premier League var í dag á vitjan hjá næstniðasta liðinum Watford. Og púra óvæntað var tað Watford sum vann ein sera sannførandi og uppibornan 3-0 sigur á oddaliðinum.

Einki mál kom í fyrra hálvleiki, ið sum heild var javnur, har Watford var tættast við at skorað. Í Seinna hálvleiki var Watford greitt omaná, og legði seg á odda tá níggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Ismaila Sarr skoraði. Bert seks minuttir seinni var Sarr aftur á blettinum, tá hann økti til 2-0. Tá 72 minuttir vóru farnir  staðfesti Troy Deeney sigurin tá hann skoraði til 3-0. Hetta var ein uppiborin  og sera týðandi sigur hjá Watford í botnstríðnum, sum við sigrinum kom upp 17. pláss.

Hetta merkir at Liverpool ikki fer ósigrað ígjøgnum kappingarárið, ið annars byrjaði at tykjast sannlíkt. Hetta er fyrsta tapið hjá Liverpool í 44 Premier League dystum. Liverpool liggur tó framvegis greitt á odda í Premier League, og hevur beina kós ímóti meistaraheitinum.  

Úrslitini í 28. Umfarið i Premier League.

Norwich – Leicester city 1-0

Brighton – Crystal Palace 1-0

Bournemouth – Chelsea 2-2

Newcastle – Burnley 0-0

West Ham – Southamptom 3-1

Watford – Liverpool 3-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder