Vit hava seinnapartin spurt føroyingar, hvat teir vænta í landsdystinum millum Moldova og Føroyar, sum verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45 í kvøld.
Og svarið er greitt. Ein stórur meiriluti av teimum sum hava svarað, 55 prosent, vænta at Føroyar fer at vinna dystin. Onnur hava ikki so stóra tiltrúgv til føroysku garparnar, sum í løtuni fyrireika seg til dystin í moldovska høvuðsstaðnum, Chisinau, tí 27 prosent hava tippað, at Moldova fer at vinna dystin.
18 prosent vænta, at dysturin endar við javnleiki.
Til dysturin byrjar klokkan 19:45 ber til at atkvøða á forsíðuni á Portalinum.
Dysturin verður vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, sum byrjar at senda klokkan 19:25.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald