Mjølnir hevur seinastu fimm árini vunnið fimm FM og steypakappingina fýra ferðir á manssíðuni. Nú gongur flogbóltsfelagið í Klaksvík nýggjar leiðir.
Í summar varð avgerð tikin um, at menninir hjá Mjølni skuldu royna seg í evropeisku kappingini Challenge Cup.
Eftir ætlan skuldu SÍ-kvinnurnar eisini tað, men hendan ætlanin varð løgd til síðis.
Í kvøld klokkan 19 er tað Mjølnir, ið skrivar føroyska flogbóltssøga. Mótstøðan úr Niðurlondum sigst at vera ógvuliga sterk. Liðið hjá John Syderbø er fyrireikað uppá at møta millum annað øgiligari hædd og fleiri landsliðsspælarum. Tað er eingin ivi um, at VC Limax er stórfavorittur á pappírinum.
Les eisini: Mjølnir skal av álvara royna seg
Mjølnir hevur júst fingið styrk. Tveir póllendingar eru komnir til landið og skulu saman við fleiri av teimum berandi kreftunum seinastu árini royna at av álvara spæla við og bjóða av. Menning er eisini eitt lyklaorð í slíkum dystum.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll kann ikki stroymast. Mjølnir eggjar til at fylla høllina fyri at uppliva serliga løtuna og fyri at stuðla liðnum.
Portalurin verður til staðar.
CEV Challenge Cup, 1. umfar - fyrri dysturin
Mikudagin 25.10, Klaksvíkar Badmintonhøll
19.00: Mjølnir - VC Limax
(Seinni dysturin verður í Niðurlondum í næstu viku)
Annað
Søguligt flogbóltskvøld í Klaksvík
Mjølnir tekur ímoti niðurlendska Lamax klokkan 19. Hetta er fyrri dysturin í 1. umfari í CEV Challenge Cup og fyrsti evropeiski dysturin í Føroyum.
Menninir hjá Mjølni hava næstan vunnið alt, sum vinnast kann seinastu árini. Nú er væl størri avbjóðing á breddanum (Mynd: Jens Kr. Vang)
2023-10-25 13:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald