Seinastu árini hava menninir hjá Mjølni verið nærum einaráðandi í Føroyum, og í summar varð avgerð tikin um at royna seg á altjóða pallinum eisini.
Challenge Cup er heitið á kappingini hjá CEV, sum felagið úr Klaksvík luttekur í, og í morgin verður fyrri dysturin í 1. umfari.
Hann verður í Badmintonhøllini í Klaksvík, sum á fyrsta sinni skal hýsa slíkum dysti. Nógv verður gjørt burtur í Klaksvík fyri at tryggja góðar karmar og at vera til reiðar at taka ímóti niðurlendska mótstøðuliðnum.
Numidia VC Limax Linne er meistari í Niðurlondum, har flogbóltssiðvenjan er sterkari enn í Føroyum, og talan er eisini um eitt sterkt lið. Hetta var komið eitt sindur inn á í ítróttasendingini 3-2 hjá KVF í gjár - frá 44.00 á leinkjuni her.
Í Mjølni eru teir varugur við stóru avbjóðingina, sum er fyri framman. Man vil royna at bjóða av, men tað snýr seg eisini um upplivingina og at fáa menning burturúr at spæla slíkar dystir.
Mjølnir hevur nógvar spælarar við, sum hava vunnið eina rúgvu av gullheiðursmerkjum síðstu árini. Eisini eru tveir póllendingar júst komnir í hópin, ið heilt víst fara at gera mun.
Mjølnir tekur ímóti Limax í 1. umfari í Challenge Cup klokkan 19 í morgin, mikudagin 25. oktober. Atgongumerki til dystin fáast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald