Fótbóltur

Søgurík finala í Fraklandi

Real Madrid fer í kvøld eftir sínum fjúrtanda Champions League heiti. Favorittarnir úr Liverpool vunnu seinast kappingina fyri trimum árum síðani - fyri sættu ferð - og finalan í kvøld er ein endurtøka av henni frá 2018.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-05-28 16:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin vóru júst fýra ár síðani, at Liverpool og Real Madrid spældu eina minniliga Champions League-finalu í ukrainska høvuðstaðnum. 

Í løtuni er Ukraina undir russiskari innrás - ein syrgilig støða, ið hevur sett sín keðiliga dám á 2022. Í 2018 var Kyiv karmur um eina fótbóltsveitslu, har Klopp og Liverpool skuldu stríðast móti liðnum hjá Zidane, ið hevði eina rúgvu av stjørnum, og sum við so at siga somu manning hevði vunnið kappingina tvey ár á rað, sum hevði eisini hevði gull-minnir frá 2014 og samanlagt tólv Champions League-heiti at vísa á. 

[object Object](Mynd: EPA)

Stóra søgan í fyrra hálvleiki var, at tá heilt stóri leikarin í álopspartinum hjá Liverpool, Mohammed Salah, noyddist skaddur av vølli eftir nærdyst við Real Madrid-liðformannin, Sergio Ramos. Nógv á "reyðu síðuni" mettu, at talan var um eina tilætlaða gerð frá kontanta/spanska miðverjanum, ið ofta hevur verið skýrdur at vera skitin. Ramos hevur síðani tívhildið um, at so var ikki - sannroyndin er, at økslin hjá Salah var so mikið meiðslað, at hann noyddist út miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og at HM-luttøkan hjá honum fyri Egyptaland nakrar vikur seinni var ávirkað av hesum.

Ramos er nú PSG-leikari, men nú 29-ára gamli Salah hevur lovað at løna Real Madrid aftur. Í einum hendingaríkum seinna hálvleiki í Kyiv vóru Liverpool-málverjin og Gareth Bale í fokus. Týski Loris Karius rullaði fimm minuttir inn í seinna hálvleik bóltin beint í føturnar á Karim Benzema, ið takkaði fyri, og seint í dystinum misti Karius langskot frá Bale mitt í málið, og so var 3-1. Sami Bale hevði, stutt eftir at hann var komin á vøllin, skorað eitt av bestu málunum í Champions League-søguni, tá walisin við saksassparki skoraði til 2-1; Sadio Mané hevði javnað fyri Liverpool stutt eftir 1-0 málið.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

Nú er ógvuliga sannlíkt, at tíðin hjá Bale í Real Madrid fer at koma at enda, og í vikuni hava søgur verið frammi um, at Mané er á veg til Bayern München. Seinastu fýra árini hevur Liverpool fingið fleiri steyp til høldar. Liðið vann Champions League-finaluna árið eftir - hesuferð við stinna Alisson Becker í málinum - Premier League í 2020, og higartil í ár hevur liðið hjá Klopp vunnið League Cup og FA Cup og skal nú royna at fáa eitt steypa-hattrikk. Tað er Liverpool eisini favorittur til at gera, men Real Madrid hevur fyri stuttum vunnið La Liga fyri aðru ferð uppá trý ár, og hevur í ár víst at tað megnar at knógva stórum biðlum til stóra steypið.

Í øllum knock-out dystunum - serliga í hálvfinalunum móti Manchester City - hevur Real Madrid verið á knøunum - men liðið hjá Carlo Ancelotti hevur onkursvegna spælt seg víðari móti tveimum av størstu favorittunum í kappingini, PSG og City, og vinnarunum frá í fjør, Chelsea. Karim Benzema hevur gingið á odda, men aðrir - royndir sum yngri - hava veruliga víst dygdir og mentala styrki, og í hálvfinaluni á Bernabeu var tað brasilumaðurin Rodrygo, ið helt lív í finaluvónini. 

Liverpool hevur verið munandi hepnari við lutakastinum í ár enn Real Madrid men hevur eisini verið sannførandi; fyriuttan í fyrra hálvleiki í seinnu hálvfinaluni móti Villareal og í løtum í heimadystinum móti Inter. 

[object Object](Mynd: EPA)

Hetta er ikki fyrstu ferð, at hesi bæði søguríku og nógv vinnandi feløgini hittast í finalu í París-økinum. Tað gjørdu tey eisini í 1981, tá Liverpool vann 1-0 í finaluni á Parc des Princes við máli frá bakkinum Alan Kennedey. Tað var triðju ferð, at Liverpool fekk hendur á stóra steypinum. Í kvøld kann talan gerast um sjeyndu ferð - um so er kemur enska felagið ájavnt við AC Milan á 2. plássi. 

Tað er Real Madrid, ið er í Champions League-kongastólinum. Um tað eydnast at vinna á franska tjóðarleikvøllinum í Saint-Denis, beint norðanfyri París, í kvøld, hevur Real vunnið tvífalt so ofta sum AC Milan - 14 ferðir. Lagt er i øllum førum upp til eina áhugaverda finalu.

Bríkslað verður í gongd klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder