Oyggjaleikirnir hava serligan týdning fyri føroyingar. Tað sást á reaktiónunum, tá ið tað frættist, at leikirnir nú koma aftur til Føroya í 2027. Tað sást eisini á umsóknartalinum, nú ÍSF hevur søkt eftir fólki at samskipa og leggja oyggjaleikirnar í ‘27 til rættis.
Hetta skrivar Ítróttasamband Føroya á heimasíðu sínari seinnapartin, nú tað er greitt, at tað verður Solby A. Christiansdóttir, sum skal fyrireika og samskipa oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027. Tíðindakvinnan var ein av mongum, sum søktu.
Høvuðsuppgávan hjá nýggja samskiparanum verður í fyrstu syftu at samskifta við sambondini og ymsu ítróttagreinarnar í Føroyum, sum eyðsæð fara at hava ein stóran leiklut, nú kappingarnar skulu leggjast til rættis. Uppgávan fevnir eisini um samskifti við politisku skipanina, kommunur, altjóða oyggjaleikanevndina og hini oyggjaleikalondini, skrivar isf.fo
– Hetta er ein stór og spennandi uppgáva at lyfta, og helst tað størsta tiltakið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Tað er avgerandi, at tað verður lagt væl til rættis, og vit eru sera fegin um at kunngera, at Solby Christiansdóttir fer at taka sær av at skipa oyggjaleikirnar. Hon kennir ítróttaheimin, bæði sum íðkari, venjari og journalistur. Vit eru sannførd um, at Solby hevur røttu eginleikarnar og førleikarnar, sum krevjast fyri at fyrireika, samskipa og standa fyri oyggjaleikunum, nú teir aftur koma til Føroya
Soleiðis sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, í samband við, at at Solby Christiansdóttir er sett.
Solby Christiansdóttir og Elin Joensen við Tórsbreyt. Solby byrjar í starvi hjá ÍSF 1. mai (Mynd: isf.fo)
Sambært ÍSF skal Solby samskipa innihaldið og karmarnar um leikirnar og fær ábyrgdina av øllum logistikki – bæði viðvíkjandi kappingum, venjingum og ikki mist gisting, nú ein innrás av íðkarum, hjálparfólki og áskoðarum væntast koma til Føroya.
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Uppgávurnar eru mangar, og nýggi samskiparin gleðir seg at fara undir arbeiðið.
– Oyggjaleikir hava altíð havt eitt serstakt pláss í mínum ítróttahjarta, og tí vóru tað stór gleðistíðindi, tá ið tað frættist, at leikirnir nú koma aftur til Føroya. Og tað er mær ein heiður at hava fingið tað álit frá ÍSF at standa fyri leikunum, sigur Solby A. Christiansdóttir.
Solby Christiansdóttir er úr Klaksvík, men er búsitandi í Havn. Hon er 47 ára-gomul, útbúgvin journalistur og BA í føroyskum máli og bókmentum. Solby er serliga kend úr Kringvarpinum, har honn millum annað hevur dekkað alskyns ítrótt. Sjálv hevur Soly róð, og hevur hon eisini royndir við ítróttarsamskipan á høgum stigi: Seinastu fýra árini hevur nýggi oyggjaleikasamskiparin verið UEFA-samskipari hjá KÍ, sum í fjør spældi eina rúgvu av evropeiskum dystum.
Nýggi samskiparin byrjar í starvinum 1. mai í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald