
Tað er tíðliga seinnapartin, at føroysku U21-dreingirnir seta hol á sína luttøku í HM-endaspælinum í Póllandi. Hetta við dysti móti Norðurmakedónia sum helst verður harður og tættur.
Talan er um tann fyrsta av trimum bólkaspælsdystum. Tvey lið koma víðari úr bólkinum, sum eisini telur Ísland og Rumenia. Tey spæla longu klokkan 10.45.
Spælt verður í stóru Spodek leikhøllini, og Portalurin verður til staðar har.
Vit fara at hava beinleiðis blogg, har støðan verður dagførd ovast, so hvørt. Eisini lýsa vit dystargongdina í teksti og hava ymiskt úr høllini í Póllandi.
Eingin sjónvarpsrás vísir dystirnar hjá Føroyum, men allir kunnu stroymast á Youtube-rásini hjá IHF. Leinkja til dagsins dyst er ovast, og rásin sæst her.
Vit leggja hana eisini ovast í bloggin. Tað er ein góður møguleiki at hyggja og samstundis fylgja blogginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald