Tað hevur verið nakað av kjaki á sosialu miðlunum, um hvussu býti av áskoðarplássunum verður. Vanligt er, tá hesi liðini hittast, at KÍ-áskoðarar sita í"Bygdaskýlinum" - Trygdarskýlinum, og serliga í sunnara enda, og at B36-áskoðarar hava sítt egna skýli.
Les eisini: B36 skipar fyri stórari upphiting
Nú er greitt, at B36-fjeppararnir umframt at hava egið skýlið, skulu sita yvirav - í sunnara enda í Bygdaskýlinum. Hetta hevur B36 avgjørt saman við Tórshavnar kommunu avgjørt. Málið er skipað stadion-økið eitt sindur betur, enn vanligt er til landskappingardystir, boðar B36 frá.
(Trýst á myndina fyri at síggja størri)
Roknast kann við nógvum fólki til dystin millum B36 og KÍ leygardagin. Á kortinum sæst, hvørji øki eru sett av til fjepparar, og hvørjar inngongdir kunnu nýtast á dystardegnum
Tað sæst, at KÍ-áskoðarar skulu sita í noðrara parti av Bygdaskýlinum, umframt í norðara enda av HB-skýlinum. Tað vil siga yvirav hvørjum øðrum, eins og áskoðarnir hjá B36. Hin helvtin av HB.skýlinum er tilskilað til uttanveltaðar áskoðarar, ið tað eisini kunnu væntast nógv av.
Atgongumerkji eru í forsølu bæði hjá B36 og KÍ, og tað verða fleiri túsind áskoðarar til dystin í morgin. Væntast kann eisini, at tað verða sera nógvir áskoðarar, sum koma at verða á bakkanum og standa kring girðingina.
SÍ eisini:
FM-dreymar í Gundadali - innslag um fyrireikingarnar hjá B36
20 ár síðani seinast - innslag um fyrireikingarnar hjá KÍ
Fótbóltur
Soleiðis verður býtið av áskoðaraplássum í Gundadali morgin
B36 boðar frá, at tað verður tilskilað pláss til áskoðarnir til FM-finaluna - ein partur til heimaliðið, ein partur til KÍ og ein partur til uttanveltaðar áskoðarar.
B36-áskoðarar fara í morgin at verða bæði í egna skýli og í øðrum helminginum av "bygdaskýlinum" (Mynd: Sverri Egholm)
2019-10-25 17:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald