Fótbóltur

Soleiðis verður leikt í steypakappingini hjá kvinnum

Lutakast var í 3-2 í kvøld. Steypavinnararnir í fjør fáa sterka mótstøðu.

(Mynd: Bjarni Enghamar)

(Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-07-07 21:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í 3-2 í kvøld varð lutakast um hvussu spælast skal í í steypakappingini hjá kvinnum.

Trý 1. deildarlið vóru í pottinum, og tvey av teimum, sum í lutakastinum gjørdust AB/B71 og TB/FCS/Royn, skulu spæla innleiðandi umfar, um at koma í fjórðingsfinalurnar, meðan tað triðja, 07 Vestur, fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar.

EBS/Skála skal spæla móti nýggja liðnum í bestu deildini, NSÍ. Steypavinnarin frá í fjør, HB, tekur ímóti sterka ÍVB, meðan oddaliðið í Betri deildini KÍ skal á vitjan hjá vinnaranum av innleiðandi umfarinum.

Soleiðis verður leikt:

1. umfar (19. juli)
AB/B71 - TB/FCS/Royn

Fjórðingsfinalurnar (28. oktober)
07 Vestur - B36
EBS/Skála - NSÍ
HB - ÍF/Víkingur/B68
AB/B71 ella TB/FCS/Royn - KÍ

Hálvfinalurnar verða leiktar 13. november, og finalan verður á Tórsvølli leygardagin 21. november.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder