At siga at Manchester United er sum eitt nýtt lið undir Ole Gunnar Solksjær, er ikki at taka munnin ov fullan. Stórur partur av negtatvitetinum, sum var undir José Mourinho, er nú burtur. Undir leðsluni hjá Solskjær hevur United ikki tapt, og so hála seg uppá 4. pláss í Premier league, ið var 11 stig burtur, tá norðmaðurin kom til í desember.
Tað hevur verið róð framundir, at orsakað av góðu gongdini er tað ógvuliga góður møguleiki fyri, at Solskjær verður verandi í sessinum eftir hetta kappingarárið. Summir bretskir miðlar hava skrivað, at ein varandi avtala ímillum stórfelagið og gamla áleyparin er so gott sum komin uppá pláss.
Á tíðindafundinum í gjár segði Antony Martial, at hann njótir at spæla undir Solskjær. Fraklendingurin longdi sín sáttmála seianst í januar, og hann segði, at hann ynskti at samstarvið við Ole Gunnar Solskjær helt fram.
45-ára gamli normaðurin vildi ikki vera við, at komandi dystirnir ímóti PSG, Chelsea og Liverpool verða alt avgerandi í mun til, um hann verður verandi á Old Trafford. Tað er ov einfalt at siga, vildi hann vera við. Solskjær vísti á, at nógv er eftir av kappingarárinum, og at hann hugsavnar seg bara um, hvat hann kann geva United.
United tekur í kvøld ímóti PSG í fyrru áttandapartsfinaluni í Champions League. Solskjær segði á tíðindafundinum í gjár, at teir hava sæð nógv fram ímóti dystinum, og at við sjálvsálitinum sum liðið hevur, so er hetta rætta tíðin at spæla slíkan týðandi dyst.
Fótbóltur
Solskjær: - Hetta er ikki mín upptøkuroynd
Fyribils venjarin hjá Manchester United vísir aftur, at komandi stórdystirnir verða avgerandi fyri hasnara framtíð í felagnum.
Solskjær saman við Mick Phelan, hjálparvenjara hjá United. Teir komu inn í desember, og síðani hevur tað bert gingið uppeftir hjá felagnum (Mynd: EPA)
2019-02-12 07:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald