Fótbóltur

Solskjær og United longdu sigursrøðina

Við 1-0 sigri á Wembley hevur Manchester United nú vunnið seks dystir á rað; Tottenham er nú níggu stig frá oddasessinum.

David De Gea var avgerandi fyri United í 2. hálvleiki í dag
(Mynd: EPA)

David De Gea var avgerandi fyri United í 2. hálvleiki í dag (Mynd: EPA)

2019-01-13 19:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Premier League vóru á skránni seinnapartin. Stóri dysturin í umfarinum var á Wembley, har Manchester United var á vitjan. Eftir at Solskjær bert hevði møtt liðum í lægra endanum av stigatalvuni sum United-venjari, kom stóra royndin hjá norðamanninum og hansara liðið nú. 

Fyrr hálvleikur var javnur, har bæði liðini høvdu góðar møguleikar at leggja seg á odda. Tað eydnaðist hjá United stutt fyri hálvleik, tá Pogba við sera góðari langari sending fann Marcus Rashford, ið rann frá Verthongen og smekkaði bóltin væl niður í longra málhornið.

Hetta gjørdist einasta málið í dystinum, hóast møguleikar vóru til nógv fleiri. Tottenham leikti ein góðan 2. hálvleiki, har Kane, Alii og hinir komu til nógvar sera góðar støður. Men David De Gea stongdi simpulten málið í dag; spaniólin hevði fleiri stórbjarginar. Í hinum endanum hevð Pogba tveir stórar møguleikar til at lukka dystin. Tað var inntenst og spennandi til endans. Tottenham trýsti og United royndi at verja sigurin heim, og tað vóru Solskjær og hansara menn, ið kundu fegnast á tjóðarleikvøllinum eftir seinasta bríksl. 

United hevur vunnið seks á rað - fimm í Premier League. Liðið bjóðar av í stríðnum um topp-fýra og sær betri út, enn tað hevur gjørt í longri tíð. Hjá Tottenham verður tað nú ógvuliga stríggið at kappast um meistaraheitið. 

Fyrr í dag vann Everton 2-0 á heimavølli móti Bournemouth. Hetta var sætti ósigurin á rað hjá liðnum hjá Eddie Howe.

22. umfar: 
Everton - Bournemouth 2-0 (0-0) 
Tottenham - Manchester United 0-1
(0-1)

Í gjár: 
West Ham - Arsenal 1-0 (0-0)
Brighton - Liverpool 0-1 (0-0)
Burnley - Fulham 2-1 (2-1)
Cardiff - Huddersfield 0-0
Crystal Palace - Watford 1-2 (1-0)
Leicester - Southampton 1-2 (0-2)

Chelsea - Newcastle 2-1 (1-1) 

Í morgin: 
Manchester City - Wolves (20.00)

1. Liverpool 57
2. Manchester City 50 *
3. Tottenham 48 
4. Chelsea 47
5. Arsenal 41
6. Manchester United 41 
7. Watford 32
8. Leicester 31
9. West Ham 31
10. Everton 30 
11. Wolves 29 *
12. Bournemouth 27 
13. Brighton 26
14. Crystal Palace 22
15: Burnley 21
16. Southampton 19
17. Cardiff 19
18. Newcastle 18
19. Fulham 14
20. Huddersfield 10

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder