Nevndin hjá KÍ er nú fullmannað. Hesum boðar felagið frá á heimasíðu sínari í dag. Avloysarin fyri Jákup Eydnugarð, sum ikki tók við afturvali, er funnin.
Talan er um 30-ára gomlu Sølvu Jansdóttir Joensen. Hon var í fjør virkin í felagnum við millum annað at venja tey yngstu. Tað kann sigast, at Sølva er partur av einari sannari KÍ-familju:
Pápin, Jan Andreasen, spældi leingi á besta mansliðnum og er eisini virkin sum ungdómsvenjari. Beiggin, Jákup Biskopstø Andreasen, er á 5. árið liðformaður á besta mansliðnum og ein yngri beiggin, Dávid, er eisini partur av hópinum hjá besta liðnum. Fastrarnar Rannvá og Ragna hava vunnið eitt ótal av gullheiðursmerkjum fyri felagið og eru virknar á annan hátt enn at spæla. Omman Jórun Biskopstø hevur leingi verið ein av eldsálunum við millum annað at vaska klæðir.
Umframt hetta, gera onnur í familjuni umráðandi uppgávur í felagnum, og sambært ki.fo verður ábyrgdarøkið hjá Sølvu J. Joensen sjálvur felagskapurin. Nýggi nevndarlimurin skal arbeiða við at byggja brýr ímillum fólki í økinum og felagið.
- Ein týðandi partur verður eisini at skipa fyri ymiskum tiltøkum sum kunnu økja um áhugan fyri KÍ ímillum fjepparar og lokalsamfelagið.
Í upptakssending á FM1 fyrr í vetur segði formaðurin hjá KÍ, Tummas Lervig, at tað var umráðandi fyri felagið at royna at fáa eina kvinnu upp í nevndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald