Klokkan 18.15 byrjar dysturin á Summarfestivalinum ímillum KÍ og Víking við Djúpumýru. Dýrdarveður er í Klaksvík, og lagt er upp til sera spennandi dyst.
Les eisini: Oddabrak á Summarfestivalinum
Ivamál hevur verið um Sølva Vatnhamar í vikuni, men nú er heilt greitt, at hann byrjar inni. Víkingur byrjar á sama hátt sum ímóti NSÍ í seinastu viku.
(Norðmaðurin er ikki tøkur í kvøld - Mynd: Sverri Egholm)
Hjá KÍ er Simen Sandmæl ikki við - hann er skaddur í rygginum. Deni Pavlovic er leikbannaður. Tað er nakað óvæntað, at amerikumaðurin Darius Lewis byrjar inni. Steinbjørn Olsen er eins og í Fuglafirði í miðverjuni.
KÍ(4-2-3-1/4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Steinbjørn Olsen, Jesper Brinck, Ísak Simonsen - Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen (L) - Darius Lewis, Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen - Páll A. Klettskarð
Bonkur: Turi Geza, Mikkjal á Bergi, Jonn Johannesen, Magnus Stamnestrø, Børge Petersen, Boris Dosljak
Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen - Elias Lervig, Vukasin Tomic, Atli Gregersen (L), Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen - Dion Splidt, Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic - Adeshina Lawal
Bonkur: Bárður á Reynatrøð, Andreas Lava Olsen, Bogi Reinert Petersen, Ingi Jonhardson, Jákup Vatnhamar Olsen, Bergur Gregersen
Vit verða til staðar við Djúpumýru, har vit dagføra støðuna á forsíðu okkara, hava myndir og dystarfrásøgn og fáa viðmerkingar aftaná.
Fótbóltur
Sølvi er við frá byrjan
Simen Sandmæl er ikki í hópinum hjá KÍ - her eru byrjanaruppstillingar í oddadystinum.
Sølvi Vatnhamar er komin skjótt fyri seg, eftir at hann noyddist skaddur av vøllinum sunnudagin - Mynd: Jens Kr. Vang
2019-08-09 17:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald