placeholder
Fótbóltur

Sølvi kortini við

Víkingur hevur ársins leikara í 2017 og 2016 í byrjanaruppstillingini ímóti NSÍ.

Sølvi Vatnhamar byrjaj inni í oddadystinum - Mynd: Jens Kr. Vang

Sølvi Vatnhamar byrjaj inni í oddadystinum - Mynd: Jens Kr. Vang

2019-08-04 14:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann breyt armin í summar, var ikki við ímóti B36, og skuldi ikki verða tøkur fyrrenn ímóti KÍ á Summarfestivalinum. Men nú dómaraseðlarnir til dagsins dystir eru komnir úr, er greitt, at landsliðsleikarin Sølvi Vatnhamar er við í dag.

Les eisini: Oddabrak í Sarpugerði

NSÍ hevur avloyst leikbannaða Jóhan Troest Davidsen við Per Langgaard sum væntað, men óvist er hvør verður vinstri bakkur. At Búi Egilsson er inni frá byrjan, kundi bent á, at Pól Jóhannus Justinussen verður fluttir aftur har, ella møguliga Jann Benjaminsen.  

Liðini stilla allarhelst soleiðis upp - útfrá nøvnunum:

Víkingur(4-2-3-1): Elias Rasmussen - Elias Lervig, Vukasin Tomic, Atli Gregersen (L), Hanus Jacobsen - Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar - Dion Splidt, Sølvi Vatnhamar, Filip Djordjevic - Adeshina Lawal  

NSÍ (4-3-3): Tórður Thomsen - Bárður Hansen, Per Langgaard, Oddur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen - Jann Martin Mortensen, Peder Nersveen, Petur Knudsen - Búi Egilsson, Klæmint Andrasson Olsen, Jann J. Benjaminsen 

Hjá TB er merkisvert, at Luc Micheal Jeggo ikki er við, meðan Rógvi Joensen er ímillum teir fyrstu ellivu. Ivan Ivanovic hevur leikbann.

Sí yvirlit hjá bolt.fo yvir uppstillingarnar hjá liðunum í teimum trimum dystunum í 17. umfari í Betrideildini, ið allir byrja klokkan 15.00. 

Sunnudagin 04.08

Norðragøta
15:00
Skála
15:00
Eiði
15:00

(FaroeSoccer)

Vit dagføra frá dystunum á forsíðu okkara og taka samanum eftir dystirnar.  

Dagført: 14.52

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder