Hondbóltur

Oddabrak í Sarpugerði

AB og EB/Streymur hava eisini týðandi uppgerðir í Eysturoynni, men mest fokus verður á Víking - NSÍ, ið kann fáa stóran týdning fyri oddastríðið.

Skála var flúgvandi tíðliga í ár og vann her 1-0 á Argjum. Nú vitjar AB á Skála, og botnliðið hevur harðliga tørv á stigum - Mynd: Sverri Egholm

Skála var flúgvandi tíðliga í ár og vann her 1-0 á Argjum. Nú vitjar AB á Skála, og botnliðið hevur harðliga tørv á stigum - Mynd: Sverri Egholm

2019-08-04 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Alt er í Eysturoynni, og alt er klokkan 15.00. Eitt sindur undranarvert er tað, at ikki ein av dystunum er lagdur eitt annað tíðspunkt.

Dagsins tríggir dystir hava heilt ymiskar týdningar. Tað er rein oddauppgerð í Sarpugerði, har NSÍ hevur vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar, ið teir gulu og svørtu hava vitjað. Á Skála skal AB royna at vinna sær virðismikil stig, meðan Skála skal royna at nærkast topp-fimm. Á Eiði er tað eitt lið, ið er í ongamannalandi ið vitjar eitt lið, sum roynir at koma í ongamannaland.

Betrideildin 17. umfari
Sunnudagin 04.08

Norðragøta
15:00
Skála
15:00
Eiði
15:00

(FaroeSoccer)

Mánadagin 05.08: 
(18.00) HB - B36
(19.00) ÍF - KÍ

Støðan í Betrildeildini: 
1. Víkingur 35 (16 dystir) 
2. B36 34 (15 dystir)
3. HB 33 (16 dystir)
4. NSÍ 32 (14 dystir)
5. KÍ 32 (14 dystir)
6. Skála 21 (16 dystir)
7. TB 15 (16 dystir)
8. EB/Streymur 9 (16 dystir)
9. ÍF 5 (16 dystir)
10. AB 5 (16 dystir) 

Tað mesta av søguni hjá Víkingi hevur NSÍ verið noytt at lúta fyri liðnum úr Eysturkommuna. Ein greiður ósigur í finaluni um Løgamanssteypið í  2015 var ein smeitur, men NSÍ hevur eisini verið fyri nógvum, og í summum førum pínligum ósigrum fyri Víkingi í landskappingini. Nú er vent í holuni. Sum bolt.fo vísti á fríggjadagin, byrjaði tað við 2-1 sigri í Sarpugerði í juni 2017, og síðani hevur Vìkingur bert einaferði vunnið á NSÍ. Runavíkingar vunnu báðar dystirnar í Norðragøtu í fjør, og 4-2 sigurin við Løkin í 4. umfari var tann fimti í seks dystum hjá NSÍ ímóti Víkingi.

[object Object]
(NSÍ hevur havt yvirtakið á Víkingi í innanhýsis dystum seinastu tvey árini - í dag er Jóhan Troest Davidsen leikbannaður - Mynd: Sverri Egholm)

Liðini hjá Sámal Erik Hentze og Guðjón Tórðarsyni hava bæði fingið sera nógv stig í ár og ligga væl fyri í FM-stríðnum. Bæði liðini eru effektiv og hava ein leikhátt, ið byggir á, at liðini eru sera væl skipaði uttan bólt, standa kompakt, og síðani verður spælt rímiliga beinleiðis við eitrandi umstillingum, har vandmiklir leikarar eru í álopskenda partinum. Spurningurin er, hvat lið fer at taka taktstavin og royna at skapa dystin. Spurningurin er eisini, um liðini fara at vera rímiliga nøgd við javnleik í dag ella fara 100 % eftir sigrinum.  


Hjá Víkingi, ið tapti 2-1 fyri B36 á Ólavsøku, er Sølvi Vatnhamar framvegis úti, og hetta er ein stórur missur. Bogi Reinert Petersen avloysir allarhelst leirvíkingin. Hjá NSÍ er Jóhan Troest Davidsen úti við leikbanni og stinni bakkurin Pætur Hentze er úti við brotum í fótinum . Harvið skulu umfatandi broytingar til í verjuketuni hjá runavíkingum.

[object Object]
(Sølvi Vatnhamar er framvegis úti við brotnum armi; Pætur Dam Jacobsen og Skála taka ímóti AB - Mynd: Sverri Egholm) 


AB og EB/Streymur spældu javleik í dramatiska botndystinum beint fyri Ólavsøku. Nú hava liðini heilt ymiskar uppgávur. TB vitjar í Hólmanum, og har fer EB/Streymur helst hart eftir sigrinum - liðið hjá Jákup Martin Joensen hevur ikki vunnið síðani á Skála í 6. umfari. TB hevur í veruleikanum ikki so nógv at spæla, hvat stigatalvuni viðvíkur, men tvøramenn vístu seinasta vikuskifti ímóti føroyameistaranum, at liðið hevur dygdir og vilja. Við Stóra í aprík vann TB 1-0 EB/Streymi. Á Skála verður tað trupult hjá argjamonnum, men hjá teimum telur hvørt stig nógv. Teir appelsinlittu eru í einum ongamannalandi, men kunnu nærkast evropeisku plásssunum nakað í dag.

[object Object]
(AB og EB/Streymur spældu 1-1 fyri átta døgum síðani)

Vit dagføra frá dystunum á forsíðu okkara og taka samanum eftir dystirnar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder