Fótbóltur

Sølvi Vatnhamar: - Vit eru klárir

- Dysturin her skal líkjast seinna hálvleikinum í Føroyum heldur enn fyrra. Hetta verður eitt stórt upplivilsi, sigur Sølvi Vatnhamar um dystin móti Linfield.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-14 00:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Teir fara at byrja dystin hart og leggja høgt trýst á okkum .Fyrsta korterið verður umráðandi so at vit koma inn í dystin og ikki missa leiðsluna, sum vit hava, sigur Sølvi Vatnhamar um dystin móti Linfield hóskvøldið.

Víkingur vann fyrra dystin 2-1 og hevur tí leiðsluna undan seinna dystinum.

Dysturin millum Linfield og Víking verður spældur á Windsor Park klokkan 19:45 hóskvøldið. FM1 er á staðnum og sigur frá dystinum beinleiðis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder