Fótbóltur

Sølvi Vatnhamar:- Skulu rætta uppá smeitin frá síðsta summar

Umráðandi at vit fáa eitt úrslit í Lettlandi, sum ger, at vit kunnu avgera tað við sigri í Føroyum sigur royndi víkingurin undan dagsins dysti.

Sølvi Vatnhamar í evropeiskum dysti síðsta summar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar í evropeiskum dysti síðsta summar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-11 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur skal tíðliga í kvøld royna at tryggja sær eitt gott útgangsstøði til heimadystin í 1. umfari í Conference League. Liðið úr Eysturkommunu spælir í Lettlandi klokkan 16 føroyska tíð. Men hvat er eitt gott útgantsstøði? Hetta spurdu vit Sølva Vatnhamar um áðrenn fráferð hjá víkingingum í vikuni?

- Vit skulu helst ikki tapa. Í fjør byrjaðu vit eisini á útivølli. Tá var avrikið ikki so gott, og vit komu afturum 2-0. Fingu minkað um munin men skuldu alllatíðina jagstra í dystinum í Føroyum. Hetta skulu vit helst sleppa undan hesaferð: Helst gera tað so at tað er nóg mikið at vinna heimadystin

Leirvíkingurin sipar til uppgerðina móti Inter Club D' Escaldes í fyrsta umfari í Conference League í fjør. Sølvi viðgonur, at hetta var eitt vónbrot.

- Tað var ein smeitur síðsta summar, og hetta skulu vit onkursvegna rætta upp uppá í ár.

Tað er eisini stórur munur á, hvussu Víkingur “kemur út í Evropa” hesaferð. Í fjør lá liðið á 4. plássi og hevði havt eina heldur svingandi fyrru hálvu. Nú hevur tað so at siga bert gingið ein veg: Eitt tap í Klaksvík og eitt í fyrru hálvfinaluni móti HB eru tey einasti síðani tapið í Andorra, sum Sølvi Vatnhamar var inni á. Hann niðurtónar tó júst hetta

- Vit fara inn til hesar dystirnar við stórum sjálvsálitið. Tað sigur seg sjálvt. Men vit eru eisini greiðr yvir, at Evropa er nakað heilt annað enn heimliga kappingin. Hesir dystirnir geva aðrar avbjóðingar við øðrvísi umstøðum og ókendum mótsstøðuliðum.

10'arin segði fyrr í vikuni, at venjaratoymið var komið við nakað av kunning um Liepaja, og at meira fór at koma gjøgnum vikuna. Sìðani týsmorgunin hava víkingarnir fyrireika seg í Lettlandi – uppá at møta tí sum nú er botnlið í bestu deildini har. Til síðst staðfesti 38-ára gamli leirvíkingurin og landsliðsspælarin, at tað er umráðandi at njóta hesar dystirnar. Søvli Vatnhamar skoraði bæði málini hjá Víkingi í Evropa í fjør.

Sí eisini: Oddaliðið í Føroyum móti botnliðnum í Lettlandi

UEFA Europa Conference League 1. umfar - fyrri dystirnir
Í dag, hósdagin 11.07
16.00: FK Liepaja - Víkingur

Dysturin kann stroymast HER. FM1 sigur frá dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder