Fótbóltur

Oddaliðið í Føroyum móti botnliðnum í Lettlandi

Heldur serstøk uppgerð og Víkingur, sum áður hevur sent lettiskt lið út, er eisini favorittur móti Liepaja. Fyrri dysturin í 1. umfari í Conference League verður spældur í Lettlandi klokkan 16.

Víkingur vann oddadyst móti HB síðsta hóskvøld og hevur seinasta árið víst knúsandi støðufesti og eitt høgt stig. Gongdin hjá mótsstøðuliðnum í Conference er heilt ein onnur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur vann oddadyst móti HB síðsta hóskvøld og hevur seinasta árið víst knúsandi støðufesti og eitt høgt stig. Gongdin hjá mótsstøðuliðnum í Conference er heilt ein onnur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-11 09:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tíggju árum síðani sendi Víkingur eitt lettiskt lið út úr Europa League. Táverandi steypavinnararnir vunnu 2-1 á Svangaskarði í fyrra dystinum, og í Lettlandi tryggjaði innskifti Andreas Lava Olsen Víkingi víðari luttøku við máli til 1-1 í 88. minutti.

Seinni vann Víkingur á Tromsø og gjørdist harvið fyrsta føroyska felagið, sum kom víðari tvær ferðir sama ár. Síðani hevur felagið úr Eysturkommunu spælt seg víðari tvær ferðir í Evropa (í Champions League í 2017 og í Conference League í 2022)

Í 2016 vann lettiskta Ventspils tvær ferðir 2-0 á Víkingur. Í gjár tapti B36 2-0 í dysti í Riga. Lettiska deildin er styrkismett eitt pláss omanfyri Betrideildina, men tað serliga við dystinum í dag er, at talan er um eitt føroyskt oddalið móti einum lettiskum botnliði.

[object Object]Finnur Justinussen, sum skoraði til 2-0 í oddadystinum móti HB fyri einari viku síðani, var á máltalvuni, tá Víkingur fyri tíggju árum síðani spældi seg víðari móti lettiskum liði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: B36 og Vikingur farin til Lettlands

FK Liepaja stóð seg væl fyri nøkrum árum síðani. Liðið vann trý steyp í Lettlandi millum 2015 og 2020 og er komið víðari í Evropa fýra ferðir síðani 2017.

Tað hevur tó verið nakað av niðurgongutíð hjá felagnum, sum í fjør endaði á 5. plássi í landskappingini, har 10 lið eru. Liðið beint omanfyri (Valmeira) uppfyllur tó ikki ymisk UEFA-krøv og slapp harvið ikki at luttaka í Conference League.

Í ár hevur tað gingið av skriðuni til hjá Liepaja. Liðið hevur 15 stig fyri 22 umfør og liggur aftast. Liepaja hevur bert vunnið ein dyst síðani 14. apríl (seinastu 15 dystirnar) Venjarin er skiftur, og í summar eru tólv nýggir spælarar keyptir í royndini at betra um støðuna.

Víkingur er í heilt aðrari støðu, og hevur bert tapt ein dyst síðani liðið spældi í júst 1. umfari í Conference League í fjør (1-2 í fyrra dystinum móti Inter Club D'Escaldes) Harvið eigur at vera ein munur á sjálvsáltið hjá liðunum, sum stutt fyri klokkan 16 føroyska tíð í dag fara inn á vøllin. Víkingur stendur eisini sum favorittur til dystin hjá veddingarfyritøkum.

UEFA Europa Conference League 1. umfar - fyrri dystirnir
Í dag, hósdagin 11.07
16.00: FK Liepaja - Víkingur

Dysturin kann stroymast HER. FM1 sigur frá dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder